info
Ongi úrslit

Champions League: Óli skoraði og legði upp til 15 mál

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin vunnu á heimavølli

Heri Á. Simonsen
29. oktober 2026 kl. 19:50

Enn einaferð gjørdi Óli Mittún vart við seg í Champions League.

Undan bólkafinaluni í innleiðandi bólki D móti Sporting Lissabon høvdu Óli Mittún og liðfelagarnir longu tryggjað sær pláss í millumumfarinum.

Í kvøld tapti GOG í Svendborg Arena 35-37 fyri Sporting Lissabon, ið var á odda 16-11 í steðginum.

Óli skoraði 11 mál upp á 14 málroyndir, og hann var saman við Manuel Zehnder toppskjútti hjá GOG. Óli legði eisini upp til fýra mál.

Sporting Lissabon vann bólk D við 11 stigum. GOG hevur sjey stig á øðrum plássinum, og Szeged hevur seks stig á triðja plássinum. Kristianstad endaði aftast við ongum stigi.

Í innleiðandi bólki A vunnu Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin 40-33 á Partizan Beograd. Í steðginum var Partizan á odda 18-17.

Hákun skoraði tvey mál upp á tríggjar málroyndir.

Veszprem vann bólk A við 12 stigum. Füchse Berlin er nummar tvey við átta stigum, og vinnur seg eisini víðari til millumspælið. Porto hevur trý stig, og Partizan Beograd endaði aftast við einum stigi.

Klokkan 19.45 spæla Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg-Aarhus dyst á heimavølli í innleiðandi E móti stórliðnum, Barcelona. Skanderborg-Aarhus skal hava stig fyri við vissu at tryggja sær annað plássið í bólkinum.

Undan seinasta umfarinum hevur Barcelona 10 stig. Skanderborg-Aarhus hevur fimm stig, Dinamo Bukarest hevur trý stig, og Montpellier hevur tvey stig.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

Í gjár kl. 15:45

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Tað gekk sum Sigfríður spáddi

25. oktober kl. 20:51

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Hanus skoraði í stórsigri hjá Aluminij

9 minuttir síðan
Tíðindi

Noreg: Maður doyði á einari venjingarstøð

22 minuttir síðan
Hondbóltur

16 føroysk mál tá Valur vann fimta sigurin á rað

39 minuttir síðan
Fótbóltur

Liðið hjá Samuel er ósigrað í seks teimum seinastu dystunum

1 tími síðan
Hondbóltur

Gylta hevði 15 bjargingar í heimasigri hjá Skuru

1 tími síðan
Tíðindi

Meira enn 5.000 deyð av ebola í DR Kongo

1 tími síðan
Hondbóltur

Rakul stórspældi tá Skanderborg vann botnbrakið

2 tímar síðan
Tíðindi

Verkfall í 113 havn­um – mót­mæla vápna­flutn­ingi og krígs­vanda

2 tímar síðan
Hondbóltur

Liðini hjá Eliasi og Vilhelmi vunnu

3 tímar síðan
Fótbóltur

Bartal Páll er besti málskjútti í Gundadali

3 tímar síðan
Tíðindi

Temu missir undirtøku millum danskar nethandlarar

3 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Geza skoraði og legði upp til mál

3 tímar síðan