info
Ongi úrslit
Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen og ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj

Diplomatiskur brølari hjá Mette

- Danmark fekk stóra nyttu burtur úr, at Norðurlond stóðu saman við Danmark um Grønland. At Norðurlond standa saman úteftir, hevur eisini stóran týdning í viðurskiftunum við Russland, sigur danskur professari

Vilmund Jacobsen
28. oktober 2026 kl. 22:57

Fyrrverandi danski uttanríkisráðharrin, Per Stig Møller, heldur ikki, at tað var rætt av danska forsætisráðharranum, Mette Frederiksen, alment at finnast at norska forsætisráðharranum og finska forsetanum fyri at hava tosað í telefon við russiska forsetan, Vladimir Putin.

Tað var í vikuni, at Alexander Stubb, sum er finskur forseti og Jonas Gahr Støre, sum er norskur forsætisráðharri, saman tosaðu í telefon við russiska forsetan í hálvan annan tíma.

Per Stig Møller heldur ikki, at Mette Frederiksen alment skuldi funnist at Noregi og Finnlandi fyri samrøðuna við Vladimir Putin.

Danski forsætisráðharrin kallaði telefonsamrøðuna eitt "solo-átak", sum ikki var samskipað við restina av Evropa, og tískil segði hon seg vera ógvuliga ivingarsama um norska og finska átakið.

Fyrrverandi danski uttanríkisráðharrin, Per Stig Møller, rópar útsagnirnar hjá Mette Frederiksen ein diplomatiskan brølara, og hetta sigur hann við donsku ávísina, Politiken.

- Hon skuldi havt sagt: Umskylda, Støre og Stubb, eg vil faktiskt fegin, at vit umrøða hetta aftanfyri stongdar dyr. So, kundi hon havt leikað í, um tað var tað, hon ynskti. Men, tað er ikki rætt at gera hetta alment, sigur Per Stig Møller.

Professarin, Mikkel Vedby Rasmussen, sum starvast við Institut for Statskundskab á Keypmannahavnar Universiteti, er samdur við fyrrverandi danska uttanríkisráðharran.

- Diplomati snýr seg nógv um at viga síni orð á einari vágskál og síðan bera tey fram á rættan hátt og í røttu løtuni, og eg dugi ikki at síggja, hvat endamálið var við hørðu atfinningunum, sigur hann.

Professarin vísir á, at Danmark fekk stóra nyttu burtur úr, at Norðurlond stóðu saman við Danmark um Grønland.

- At Norðurlond standa saman úteftir hevur eisini stóran týdning í viðurskiftunum við Russland - líka mikið, hvussu stór ósemjan annars kann vera, sigur danski professarin, Mikkel Vedby Rasmussen.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

Í gjár kl. 15:45

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Tað gekk sum Sigfríður spáddi

25. oktober kl. 20:51

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Liðið hjá Samuel er ósigrað í seks teimum seinastu dystunum

8 minuttir síðan
Hondbóltur

Gylta hevði 15 bjargingar í heimasigri hjá Skuru

38 minuttir síðan
Tíðindi

Meira enn 5.000 deyð av ebola í DR Kongo

58 minuttir síðan
Hondbóltur

Rakul stórspældi tá Skanderborg vann botnbrakið

1 tími síðan
Tíðindi

Verkfall í 113 havn­um – mót­mæla vápna­flutn­ingi og krígs­vanda

1 tími síðan
Hondbóltur

Liðini hjá Eliasi og Vilhelmi vunnu

2 tímar síðan
Fótbóltur

Bartal Páll er besti málskjútti í Gundadali

2 tímar síðan
Tíðindi

Temu missir undirtøku millum danskar nethandlarar

2 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Geza skoraði og legði upp til mál

2 tímar síðan
Tíðindi

Havstein Klein talar við minningarhald í Sandoynni

2 tímar síðan
Hondbóltur

Burn: H71, Neistin, Kyndil og VÍF vunnu

3 tímar síðan
Tíðindi

Leirvíkstunnilin stongdur: Tríggir bilar í óhappi

3 tímar síðan