info
Ongi úrslit

Fleiri nýggj fólk koma á ting mánadagin

Nú nýggj samgonga er komin undir land er greitt, at hesi seks ella sjey fólkini koma á ting sum varafólk fyri landsstýrisfólk

Eirikur Lindenskov
8. apríl 2026 kl. 17:15

Nú samgongan millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin er komin undir land, so koma í øllum førum seks og helst sjey varafólk á ting fyri landsstýrisfólkini – sum helst verða vald úr tingmanningunum hjá flokkunum.

Sum skilst á lagnum, so verða tað sjey heldur enn seks aðalráð. Og tað verður fyri at fáa valdsbýtið í landsstýrinum at ganga upp, nú Fólkaflokkurin er so nógv størri enn hinir báðir flokkarnir.

Býtið av landsstýrisfólkum verður so, at Fólkaflokkurin fær løgmann og tvey landsstýrisfólk, meðan Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin fáa tvey landsstýrisfólk í part.

Fyrstu varafólk hjá Fólkaflokkinum eru:

  • Fía Selma Nielsen við 327 atkvøðum
  • Astrið Breckmann við 322 atkvøðum.

Næstur er Kristian Krog Hentze við 297 atkøvðum – um Fólkaflokkurin fær trý fólk í landsstýrið.

Hjá Sambandsflokkinum eru fyrstu tvey varafólkini:

  • Magni Højgaard við 342 atkøvðum
  • Anna Falkenberg við 272 atkøvðum

Roknast kann við, at Anna Falkenberg tekur farloyvi úr Løgtinginum fyri at røkja Fólkatingsarbeiðið. So verður tað Hermann Samuelsen, býráðslimur í Klaksvík, sum kemur á ting sum fastur varamaður. Hann fekk 255 atkvøður.

Hjá Javnaðarflokkinum eru varafólkini:

  • Bjørt Lind við 287 atkvøðum
  • Eyðgunn Samuelsen við 263 atkvøðum.

Lesið eisini: Aksel og Margit í landsstýrið fyri Javnaðarflokkin

Eyðgunn Samuelsen er tann einasta av hesum, sum hevur sitið á tingið áður. Og har hevur hon drúgvar royndir, tí hon hevur sitið á tingi at kalla út í eitt síðani 2008. Hon hevur eisini sitið í landsstýrinum frá 2015 til 2019.

Lesið eisini: – Eg taki av um flokkurin vil hava meg í landsstýrið

Tíðindafundur verður í morgin, har teir tríggir flokkarnir skriva undir samgonguskjalið, sum samstundis verður almannakunngjørt. Tá verður býtið av málsøkjum og landsstýrissessum eisini kunngjørt.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

Í gjár kl. 15:45

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Tað gekk sum Sigfríður spáddi

25. oktober kl. 20:51

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Landsliðsliðskiparin fekk reyða kortið

39 minuttir síðan
Fótbóltur

Hanus skoraði í stórsigri hjá Aluminij

1 tími síðan
Tíðindi

Noreg: Maður doyði á einari venjingarstøð

1 tími síðan
Hondbóltur

16 føroysk mál tá Valur vann fimta sigurin á rað

1 tími síðan
Fótbóltur

Liðið hjá Samuel er ósigrað í seks teimum seinastu dystunum

2 tímar síðan
Hondbóltur

Gylta hevði 15 bjargingar í heimasigri hjá Skuru

2 tímar síðan
Tíðindi

Meira enn 5.000 deyð av ebola í DR Kongo

2 tímar síðan
Hondbóltur

Rakul stórspældi tá Skanderborg vann botnbrakið

3 tímar síðan
Tíðindi

Verkfall í 113 havn­um – mót­mæla vápna­flutn­ingi og krígs­vanda

3 tímar síðan
Hondbóltur

Liðini hjá Eliasi og Vilhelmi vunnu

4 tímar síðan
Fótbóltur

Bartal Páll er besti málskjútti í Gundadali

4 tímar síðan
Tíðindi

Temu missir undirtøku millum danskar nethandlarar

4 tímar síðan