Í gjárkvøldið varð eitt økið við havnarlagið í grønlendska høvuðsstaðnum Nuuk avbyrgt, og ein 25 ára gamal maður varð handtikin fyri at skjóta.
Grønlands Politi heitti á fólk um at virða sperringarnar, sum í dag vóru tiknar burtur aftur.
Sermitsiaq veit at siga, at maðurin skeyt við einari riflu.
Løgreglan fekk fráboðan um mannin sum skeyt um 18-tíðina, lokala tíð, og hetta var við bátabrúgvarnar við Sarfaanguit.
- Eingin fekk mein av skjótingini, veit Grønlands Politi at siga.
Í dag var maðurin framhaldandi í varðhaldi hjá løgregluni, sum er í gongd við kanningararbeiðið.
- Vit skulu eisini finna út av, um maðurin skal grundlógaravhoyrast, sigur Grønlands Politi við Sermitsiaq.