Nýggja røktarheimið á Stórubrekku verður aftur á skránni, tá Tórshavnar býráð hevur fund í dag.
Í langtíðaríløguætlanini hjá kommununi vóru 147 milliónir krónur settar av til verkætlanina í 2026. Heilsu- og eldranevndin tók 3. september undir við at flyta hesa upphæddina á verkætlanina, men tá málið kom í fíggjarnevndina 9. september, samtykti nevndin í staðin at játta 139 milliónir krónur og beina málið í býráðið.
Talan er um eina av stóru kommunalu byggiverkætlanunum í Havn. Røktarheimið á Stórubrekku verður bygt við 64 búplássum og 16 røktaríbúðum.
Articon byggir
Arbeiðið varð boðið út í januar í fjør, og fimm arbeiðstakarar lótu tilboð inn. Articon hevði lægsta tilboðið við 297,4 milliónum krónum uttan meirvirðisgjald. Eftir sáttmálasamráðingar varð samlaða tilboðið frá Articon 296,3 milliónir krónur uttan meirvirðisgjald.
Hinir arbeiðstakararnir, sum bjóðaðu, vóru HVT, J&K Petersen, KANJON og MTV Byggivirki. Tilboðini lógu millum 318,6 og 336,7 milliónir krónur uttan meirvirðisgjald.
Býráðið samtykti í mars í fjør arbeiðstøkusáttmálan og at seta byggingina í gongd. Tá vórðu fyrstu 50 milliónir krónurnar játtaðar til røktarheimið.
Sambært upprunaligu tíðarætlanini er mett byggitíð tvey ár og átta mánaðir, og ætlanin var, at røktarheimið skuldi standa liðugt síðst í 2027.