Tað eru Nám, Mentamálaráðið, Undirvísingarstýrið og Fróðskaparsetur Føroya sum hava gjørt strategiskjalið.
Tilgongdin at gera nýggju strategiina hevur verið serstøk. Arbeiðisbólkurin hevur skipað fyri verkstovum, og samrøður eru gjørdar við næmingar, lesandi, undirvísarar, leiðslur og umsiting í útbúgvingarskipanini. Úrslitið byggir á sjónarmiðini sum tá komu fram.
– Tá vit hava havt verkstovur, hava tey staðið uppi, og skriva sínar tankar við blíanti og pappíri. Hetta hevur verið eitt tilvitað val, tí tá vit standa, hugsa, skriva, og heingja upp á veggin, kemur nógv skilagott fram. Vit síggja, hvat onnur hugsa, og kunnu kjakast um tær ymisku hugsanirnar, sigur Eyðun Gaard, stjóri í Námi.
Vitlíki skal stuðla læring og fakligari dygd uttan at koma í staðin fyri grundleggjandi kunnleika og førleikar. Málið er, at næmingar og lesandi fáa førleikar at brúka vitlíki sjálvstøðugt og ábyrgdarfult, og lærarar, undirvísarar og leiðslur skulu hava neyðugar førleikar at undirvísa, stuðla og leiða menningina.
Tað skal vera greitt, hvørjar førleikar næmingar og lesandi skulu megna við vitlíki, og hvørjar teir skulu klára uttan vitlíki.
Nýtslan skal lagast eftir aldri, útbúgving, útbúgvingarstigi og endamáli.