Nú fíggjarætlanin hjá Skálavíkar kommunu nærkast teimum 17 milliónum, er stór optimisma í kommununi.
Skattaprosentið í fíggjarætlanini fyri 2027 verður lækkað við einum prosenti niður í 20 prosent.
Grundin er, siga tey í Skálavíkar kommunu, at komandi árini verða út við 60 nýggj arbeiðspláss knýtt at bygdini, og kommunan ynskir at gera tað lætt at velja Skálavík sum búpláss.
- Vit hava ætlanir um at byggja nýggjan barnagarð og frítítíðarskúla, har øll orkan verður grøn. Teknistovan FuglArk hevur longu teknað uppskot til nýggja barnagarðin og frítítíðarskúlan, sum myndin omanfyri vísir.
Men, hetta er ikki tað einasta, sum tey í Skálavíkar kommunu ætla sær at gera í næstum.
- Pengar eru longu settir av til flótibrúgvar, sum koma í næstum. Tíðin er komin at nútímansgera partar av bátahylinum, tí tað gerst alt meira neyðugt, at bátar kunnu liggja við flótibrúgvar heldur enn við bryggjukantin.
Í Skálavík byggir Bakkafrost eina velduga stóra smoltstøð, og á gamla virkinum niðri í bygdini skulu ostur og ísur framleiðast. Alt hetta hendir, samstundis sum tey á Mølini byggja út.
Fólkatalið í Skálavík fer at veksa nógv í næstum, og tað krevur, at kommunan er eitt fet frammanfyri í menningini. Tí verður nú bæði arbeitt við barnagarði, frítíðarskúla og at leggja flótibrúgvar í bátahylin.
Í Skálavík, sum er brimpláss, hava tey fingið portur í bátahylin, og saman við flótibrúgvum fer alt hetta at gera tað lættari at hava bát, og frammanundan hevur Skálavík eisini beding til bátar.
Vit kunnu leggja aftrat, at á Mølini í Skálavík verður eisini arbeitt við einari útbygging, har Café Mølin fær 14 kømur aftrat, sum ætlandi skulu standa liðug næsta summar
