info
Ongi úrslit

Óli og liðfelagarnir vunnu seg víðari í Champions League

GOG knógvaði javnleik á torførum útivølli

Heri Á. Simonsen
22. oktober 2026 kl. 20:15

Óli Mittún og liðfelagarnir í GOG høvdu torføran dyst á útivølli íinnleiðandi bólki D í Champions League niðri í Ungarn móti lokala stórliðnum, Szeged.

Szeged hevði eina greiða favorittstøðu hjá veddingarfyritøkunum, men Óli og liðfelagarnir megnaðu at knógva javnleik 33-33, ið vinnur GOG víðari til annað umfarið í kappingini. Í steðginum var GOG á odda 20-17.

Óli skoraði fimm mál upp á átta málroyndir, og hann legði eisini upp til trý mál. Hjalte Lykke var við átta málum toppskjútti hjá GOG.

GOG og Sporting Lissabon hava sjey stig hvør, meðan Szeged hevur fýra stig, og kann í besta førinum røkka seks stigum. Klokkan 19.45 byrjaði dysturin í Lissabon milum Sporting og Kristianstad, ið einki stig hevur vunnið í kappingini.

Komandi hóskvøld klokkan 18.45 - klokkan 17.45 føroyska tíð - byrjar dysturin í Arena Svendborg, bólkafinalan millum GOG og Sporting Lissabon.

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

Í gjár kl. 12:18

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

17. oktober kl. 09:01

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

B36 sendi HB úr næstbestu deildini

11 minuttir síðan
Tíðindi

Fleiri deyð í hørðum jarðskjálvta í Tibet

1 tími síðan
Tíðindi

Keypspen­ing­ur­in varð ongan­tíð gold­in – nú sleppa Bú­staðir framat

2 tímar síðan
Tíðindi

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

2 tímar síðan
Tíðindi

Eldurin stóðst av skarpløddum granatum

3 tímar síðan
Tíðindi

Kommunan keyp­ir lendi á Signa­bø fyri 2,6 milliónir

4 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava betri atkomu í Mykinesi

5 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Varandi heimur - ráðstevna og framsýning

5 tímar síðan
Tíðindi

Birting í Gallarí Havnará

5 tímar síðan
Tíðindi

Stendur á jøvnum millum Bolsonaro og Lula

5 tímar síðan
Tíðindi

Bergur hevur kært borgar­­stjóran til komm­unala eftir­litið

6 tímar síðan
Tíðindi

Fjølmentanarvikan verður sett í Vágum

6 tímar síðan