info
Ongi úrslit

Birting í Gallarí Havnará

"Birting" er framsýning við Marionnu Højsted Horsdal í Gallarí Havnará.

Eirikur Lindenskov
23. oktober 2026 kl. 14:56

Fernisering er 24. oktober kl. 20, og øll eru vælkomin.

Framsýningin er ein mótvág til tað myrka og dapra í tilveruni.

Listakvinnan ynskir í síni list at leggja dent á tað vakra, friðsæla og rúmliga, sum er rundan um okkum allastaðni - í náttúruni, innaní og í samspælinum við hvør annan.

Ljós skal varpast á livandi løtur, sum sleppa at glógva í berum samværi. Íblásturin finnur Marianna í føroysku náttúruni og stóra litspælinum, ið tú sambært henni bert upplivir í tí serliga føroyska ljósinum.

Grønt, blátt og gult eru høvuðslitirnir, ið hon arbeiðir við - ofta saman við kraftigum reyðum tónum.

Litirnir hava ein týðandi lut í hennara listarliga úttrykki, har skapini ofta verða upployst og sett saman aftur í kubistiskt inspirerað mynstur við sansaligari dýpd og huglagi.

Hóast Marianna Højsted Horsdal enn er lutfalsliga nýggj á føroyska listapallinum, hevur hon longu vakt ans. Áhugin fyri málningum hennara er vaksandi, og hon hevur sýnt fram bæði í Føroyum og uttanlands.

Marianna er 31 ára gomul, útbúgvin sálarfrøðingur og hevur málað og teknað frá barnaárum. Men tað er serliga seinastu árini, at hon hevur arbeitt miðvíst við sínum egna listaliga úttrykki. List hevur altíð verið partur av hennara lívi, og abbin Poul Horsdal (1936–1981), sum var listamálari, hevur altíð verið ein av hennara fremstu íblástrarkeldum.

Marianna arbeiðir fyrst og fremst við akrylmáling á lørift, men nýtir eisini vatnlitir, oljukrit og aðrar teknikkir.

Við framsýningini "Birting" bjóðar Marianna okkum inn í ein ljósan og sansaligan heim, har náttúran, livandi verur, friðurin og tað vakra fáa rúmd.

Til ferniseringina kemur Eyði Højsted Horsdal at framføra nøkur løg og Michael Antony at diska út á kvøldið, øll eru hjártaliga vælkomin.

Framsýningin er opin fram til 31. oktober frá kl. 16-18

Bogi

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

Í gjár kl. 12:18

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

17. oktober kl. 09:01

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Keypspen­ing­ur­in varð ongan­tíð gold­in – nú sleppa Bú­staðir framat

57 minuttir síðan
Tíðindi

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

1 tími síðan
Tíðindi

Eldurin stóðst av skarpløddum granatum

1 tími síðan
Tíðindi

Kommunan keyp­ir lendi á Signa­bø fyri 2,6 milliónir

3 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava betri atkomu í Mykinesi

4 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Varandi heimur - ráðstevna og framsýning

4 tímar síðan
Tíðindi

Stendur á jøvnum millum Bolsonaro og Lula

4 tímar síðan
Tíðindi

Bergur hevur kært borgar­­stjóran til komm­unala eftir­litið

5 tímar síðan
Tíðindi

Fjølmentanarvikan verður sett í Vágum

5 tímar síðan
Tíðindi

Útiøkið á mola­num dýrk­ar 8,2 milliónir

6 tímar síðan
Tíðindi

Gongugøtan verður bilfrí í desember og juli

7 tímar síðan
Lesarabrøv

Talur og talarar

7 tímar síðan