Hetta var ein góður dagur hjá ungu víkingunum. Fyrr í dag vóru teir í Klaksvík, har teir tóku ímóti FM steypinum (sí myndn). Í kvøld vóru teir á listanum hjá liðnum hjá Víkingi í 1. deild.
Tað endaði við 3-1 heimasigri, tá ið teir næstbestu hjá Víkingi í Sarpugerði í kvøld høvdu vitjan av teimum næstbestu hjá B36. Hálvleiksstøðan var 3-0.
Undan síðsta umfari, tá ið Víkingur fer at spæla á útivølli ímóti NSÍ, og tá ið B36 verður partur av grannauppgerð ímóti HB, eru víkingarnir framvegis favorittar at enda næstfremst. Víkingur hevur 60 stig, og tað eru trý stig fram til B71, sum hevur málmunin +57. Málmunurin hjá Víkingi er +29. Tað eru fýra stig aftur til FC Suðuroy, sum hevur 53 stig. FC Suðuroy eigur útsettan dyst ímóti TB. Hann verður spældur mikudagin á Vágseiði.
Fríði Gertsson Jarnskor legði upp til 1-0 og 2-0 málini, sum Jákup Martin Jarnskor og Filip Djordjevic skoraðu, og fimm minuttir undan steðginum var tað Boas á Reynatrøð, sum økti um munin til 3-0. Jákup Martin Jarnskor hevur skorað sjey mál í næstbestu deildini í ár, Filip Djordjevic hevur skorað seks mál, og í dag var Boas á Reynatrøð, sum um eina viku, leygardagin 24. oktober, verður 16 ár, fyri fyrstu ferð málskjútti í 1. deild, har hann sambært FaroeSoccer í dag spældi fyri 10. ferð.
Tíggju minuttir undan leikloki minkaði B36 um munin til 3-1. Málskjútti var Jeremiah Mensah Okornoe, og uppleggið átti Andrass Henriksen. Hetta var sætta ferðin í ár, at Jeremiah Mensah Okornoe, sum er 22 ára gamal og ættaður úr Gana, var málskjútti hjá B36 í 1. deild.