info
Ongi úrslit
© NTB/Reuters
Cristiano Ronaldo hevur fingið 30 daga leikbann, men missir ongan landsdyst. Savnsmynd.

Ronaldo fær leikbann í mánaði uttan landsdystir

Cristiano Ronaldo hevur fingið 30 daga leikbann fyri at fara úr landsliðsleguni hjá Portugal undan dystinum móti Danmark. Hann missir tó ongan landsdyst.

Eirikur Lindenskov
19. oktober 2026 kl. 20:42

Aga­nevndin hjá portugisiska fótbóltssambandinum hevur givið Cristiano Ronaldo leikbann í 30 kalendaradagar og eina bót á 255 evrur, svarandi til slakar 2.000 krónur.

Tað upplýsir sambandið sambært portugisiska miðlinum A Bola.

Leikbannið verður roknað frá 30. september, tá Ronaldo fór úr portugisisku landsliðsleguni í Keypmannahavn. Eingir landsdystir eru í oktober, og tí kann hann vera við móti Danmark og Wales í Nations League í november, um landsliðsvenjarin, Jorge Jesus, tekur hann út.

41 ára gamli Ronaldo fór úr leguni dagin fyri dystin móti Danmark í Parkini. Sambært honum hevði landsliðsvenjarin ikki hildið orð.

Ronaldo bað tó seinni um umbering fyri brádliga at vera farin avstað.

– Tað átti eg ikki at havt gjørt. Ábyrgdin er bara mín, skrivaði hann.

Sambært Ronaldo var undan landsliðssavningini avtalað, at hann skuldi spæla fyrsta og síðsta av teimum fýra dystunum, sum vóru á skránni. Talan var um heimadystirnar móti Wales og Noregi.

Hann spældi móti Wales sum ætlað. Seinni spurdi landsliðsvenjarin sambært Ronaldo, um hann eisini kundi spæla ein hálvan tíma móti Noregi.

Tað játtaði Ronaldo. Hann hitaði upp í seinna hálvleiki, men kom ongantíð á vøllin.

Sambært Ronaldo avtalaðu teir báðir síðani, at venjarin skuldi greiða frá tilgongdini á tíðindafundinum undan dystinum móti Danmark. Tað gjørdi venjarin tó ikki, sigur Ronaldo, sum tí valdi at fara úr leguni.

Ronaldo hevur spælt 234 landsdystir fyri Portugal og skotið 146 mál. Hann hevur áður umboðað millum annað Manchester United og Real Madrid og spælir nú við Al-Nassr í Saudiarabia.

Kelda: Ritzau

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Minningarorð

Til minnis um pápa mín, Regin Drangberg

10 minuttir síðan
Tíðindi

Borgarafundur í Eydnuni á Oyrarbakka

18 minuttir síðan
Tíðindi

Seks bilførarar fingu klipp á Vaglinum

1 tími síðan
Tíðindi

Stríðið um havnargjøldini kemur á ting í dag

2 tímar síðan
Tíðindi

Pensjónir, kóp­ur og ti­l­búgv­ing á tingi í dag

2 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Hannover-Burgdorf leikti javnt móti botnliði

3 tímar síðan
Tíðindi

Undirtøkan hjá Trump hevur ongantíð verið lægri

9 tímar síðan
Tíðindi

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

11 tímar síðan
Tíðindi

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

11 tímar síðan
Tíðindi

Køkurin skal flyta samfelagið eina burðardyggari leið

12 tímar síðan
Tíðindi

Vilja vita hví hinir leikbólkarnir fáa stuðul

13 tímar síðan
Tíðindi

Uefa gevur Infantino tvær vikur at lata skjøl frá sær

14 tímar síðan