info
Ongi úrslit

Vilja vita hví hinir leikbólkarnir fáa stuðul

Det Ferösche Compagnie søkir um 400.000 krónur á fíggjarlógini og vísir á, at tríggir aðrir sjónleikabólkar fáa hesa upphædd hvør

Eirikur Lindenskov
19. oktober 2026 kl. 19:31

Leikbólkurin Det Ferösche Compagnie, DFC, vil hava somu fíggjarligu treytir sum aðrir leikbólkar í Føroyum.

Í einum skrivi til fíggjarnevnd Løgtingsins søkir bólkurin um eina árliga játtan á 400.000 krónur.

Sambært DFC hava tríggir av fýra sjónleikabólkum eina játtan á 400.000 krónur hvør í uppskotinum til komandi fíggjarlóg, meðan DFC stendur uttanfyri.

– Men vit harmast um at standa einsamøll uttanfyri og skilja satt at siga heldur ikki hví, skrivar bólkurin.

DFC leggur dent á, at tey fegnast um stuðulin, sum hinir bólkarnir fáa. Áheitanin snýr seg um, at DFC eisini verður fevnt av játtanini.

Bólkurin vísir á, at støðan var tann sama á seinastu fíggjarlóg. Tá valdu tey ikki at úttala seg alment um málið.

Nú halda tey tó, at neyðugt er at gera vart við støðuna, sum tey ikki meta vera burðardygga.

Í skrivinum vísir DFC á sítt virksemi bæði í Føroyum og uttanlands.

Bólkurin nevnir millum annað leikin Lykkenborg, sum fekk M.A. Jacobsens virðisløn og varð framførdur í mentanarmiðdeplinum The Barbican í London.

Eisini nevna tey uppsetingar av Hamlet, Romeo og Juliu og King Lear. Seinast hevur bólkurin framført Prima Facie, sum sambært skrivinum varpaði ljós á føroysku samtykkislógina.

DFC sigur, at ein føst árlig játtan hevði givið bólkinum møguleika at styrkt virksemið og ment nýggjar verkætlanir.

Bólkurin heitir tí á fíggjarnevndina um at hækka játtanina til leikbólkar við 400.000 krónum, so DFC eisini kann fáa lut í stuðlinum.

Undir skrivinum standa Kristina Sørensen Ougaard, Kjartan Hansen, Dánjal á Neystabø, Sámal Blak, Jens L. Thomsen og Durita Sumberg.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Minningarorð

Til minnis um pápa mín, Regin Drangberg

6 minuttir síðan
Tíðindi

Borgarafundur í Eydnuni á Oyrarbakka

14 minuttir síðan
Tíðindi

Seks bilførarar fingu klipp á Vaglinum

1 tími síðan
Tíðindi

Stríðið um havnargjøldini kemur á ting í dag

2 tímar síðan
Tíðindi

Pensjónir, kóp­ur og ti­l­búgv­ing á tingi í dag

2 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Hannover-Burgdorf leikti javnt móti botnliði

3 tímar síðan
Tíðindi

Undirtøkan hjá Trump hevur ongantíð verið lægri

9 tímar síðan
Tíðindi

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

11 tímar síðan
Tíðindi

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

11 tímar síðan
Tíðindi

Køkurin skal flyta samfelagið eina burðardyggari leið

12 tímar síðan
Fótbóltur

Ronaldo fær leikbann í mánaði uttan landsdystir

12 tímar síðan
Tíðindi

Uefa gevur Infantino tvær vikur at lata skjøl frá sær

14 tímar síðan