info
Ongi úrslit

Sandoyingar hava vunnið gull

1. DEILD: Lucas Ørneborg var trífaldur málskjútti í stórum heimasigri ímóti fuglfirðingum

Jóannes Hansen
17. oktober 2026 kl. 18:51

Tað endaði við 6-0 heimasigri, tá ið B71 í dag hevði vitjan av ÍF. Hálvleiksstøðan var 4-0. Útlendskir spælarar skoraðu øll málini hjá B71, sum fyri síðstu ferð í hesum umfarinum spældi heimadyst í 1. deild. Næsti heimadysturin verður í 2027, tá ið B71 fer at spæla í Meistaradeildini. Um eina viku fáa sandoyingar steyp og gullkrónur í Trongisvági.

Tað var málleyst, inntil ein lítil hálvur tími var farin. So skoraði B71 tvey mál í fimm minuttir – málskjúttar vóru Eric Oteng eftir upplegg frá Aron Klementsen og Mads Svane – og í tíðini, sum dómarin legði aftrat fyrra hálvleiki, skoraði B71 tvey mál aftrat.  Beinanvegin eftir steðgin økti Tobias Koktvedgaard um munin til 5-0, og ein lítil tími var farin, tá ið Eric Oteng átti uppleggið til 6-0 málið.

Síðsta hálva tíman vórðu fleiri ungir sandoyingar skiftir inn á B71 liðið.

Sigurin ber við sær, at tað nú er greitt, at B71 er bæði gullvinnari og uppflytari úr 1. deild og upp í Meistaradeildina. B71 hevur 63 stig og málmunin +57, og næstfremst er Víkingur, sum í løtuni spælir heimadyst ímóti B36. Hálvleiksstøðan í Sarpugerði er 3-0 til Víking. Undan 26. umfari hevði Víkingur 57 stig og málmunin +27.

Aftur í dag var Lucas Ørneborg stóri maðurin hjá B71. Hann skoraði trý mál, og so legði hann upp til eitt mál, sum Mads Svane skoraði.

Lucas Ørneborg er toppskjútti í 1. deild við 32 málum.

ÍF er á fjórða plássi við 37 stigum. Tað er sama stigatal, sum TB hevur. Dysturin hjá TB á útivølli ímóti FC Suðuroy er útsettur til hósdagin. Bæði ÍF og TB hava málmunin -2. Í síðsta umfari fer ÍF, sum tríggjar tær seinastu ferðirnar bara hevur vunnið eitt stig, at spæla á heimavølli ímóti FC Suðuroy.

 

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Enn eingir pengar til varandi loysn við Streymin

1 tími síðan
Hondbóltur

Inga Maria Roysdóttir skoraði og legði upp til 13 mál

2 tímar síðan
Fótbóltur

Aftur ein sólskinssøga hjá víkingunum

2 tímar síðan
Fótbóltur

Samuel og liðfelagarnir vunnu á heimavølli

3 tímar síðan
Tíðindi

Tinganes skal hava fast­an byggi­harra­ráð­geva

3 tímar síðan
Hondbóltur

Myndir: Hoyvíkingar vunnu við sjey málum móti MRK Trogir

4 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: Neistin vann greiðan sigur á VÍF í Vestmanna

4 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: Boas gekk undan í sjeymálssigri við 16 málstigum

4 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj krøv fyri at fáa var­andi uppi­halds­loyvi

5 tímar síðan
Hondbóltur

Kjartan vann á Róa í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

6 tímar síðan
Fótbóltur

FC Hoyvík hevur fatur í langa endanum

6 tímar síðan
Tíðindi

Geza var besti leikarin í heimatapi hjá Grimsby Town

6 tímar síðan