info
Ongi úrslit

Teitur er aftur í HB málinum

1.DEILD: Heimasigur ímóti EB/Streymi ber við sær, at HB í løtuni er omanfyri niðurflytingarstrikuna

Jóannes Hansen
17. oktober 2026 kl. 15:33

Tað endaði við 2-0 sigri til  heimaliðið, tá ið teir næstbestu hjá HB í dag høvdu vitjan av teimum næstbestu hjá EB/Streymi. Sigurin ber við sær, at HB er á áttanda plássi við 25 stigum. Í løtuni spælir FC Hoyvík, sum hevur 23 stig, á heimavølli ímóti NSÍ, sum hevur 26 stig.

Í síðsta umfari, sum verður um eina viku, fer HB at spæla ímóti grannunum í B36.

Longu tá ið fimm minuttir vóru farnir, hevði HB skorað bæði málini. Tað fyrra skoraði Jógvan í Skála eftir upplegg frá Silasi Joensen. Hetta var fjórðu ferð í ár, at 18 ára gamli Jógvan í Skála var málskjútti í næstbestu deildini.

2-0 málið skoraði Dánial Mørkøre. Hetta var triðja ferðin í ár, at 18 ára gamli Dánial Mørkøre var málskjútti í 1. deild.

Merkisvert í Gundadali í dag var tað, at Teitur Matras Gestsson vardi HB málið. Hetta er fyrsta ferðin í ár, at hann er á vøllinum í landskappingardysti. At hann vardi HB málið í dag kemst av, at Bjarti Vitalis Mørk varð útvístur, tá ið besta HB liðið síðsta sunnudag spældi ímóti KÍ. Tróndur Sjúrðarson, sum plagar at verja málið á næstbesta HB liðnum, fer at verja málið, tá ið liðið hjá HB í Meistaradeildini í morgin fer at spæla á útivølli ímóti EB/Streymi.

Í síðsta umfari fer EB/Streymur, sum longu er flutt niður úr næstbestu deildini, at spæla á heimavølli ímóti FC Hoyvík.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Enn eingir pengar til varandi loysn við Streymin

2 tímar síðan
Hondbóltur

Inga Maria Roysdóttir skoraði og legði upp til 13 mál

2 tímar síðan
Fótbóltur

Aftur ein sólskinssøga hjá víkingunum

3 tímar síðan
Fótbóltur

Samuel og liðfelagarnir vunnu á heimavølli

3 tímar síðan
Tíðindi

Tinganes skal hava fast­an byggi­harra­ráð­geva

4 tímar síðan
Hondbóltur

Myndir: Hoyvíkingar vunnu við sjey málum móti MRK Trogir

4 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: Neistin vann greiðan sigur á VÍF í Vestmanna

4 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: Boas gekk undan í sjeymálssigri við 16 málstigum

5 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj krøv fyri at fáa var­andi uppi­halds­loyvi

5 tímar síðan
Fótbóltur

Sandoyingar hava vunnið gull

6 tímar síðan
Hondbóltur

Kjartan vann á Róa í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

6 tímar síðan
Fótbóltur

FC Hoyvík hevur fatur í langa endanum

7 tímar síðan