info
Ongi úrslit

Skálamenn eru eitt stig longri frá botninum

Síðstu løtuna sóu tveir HB spælarar reytt, tá ið møguleikin fyri at vinna FM kámaðist í javnleiki á Skála

Jóannes Hansen
13. september 2026 kl. 21:16

Tað var øgiliga dramatiskt, tvær ferðir var reyða kortið á lofti, og so endaði tað 2-2, tá ið Skála ÍF í kvøld undir Mýruhjalla hevði vitjan av HB, sum eftir fyrra hálvleik var frammanfyri 2-1.

Úrslitið ber við sær, at møguleikin hjá HB av álvara at blanda seg í FM stríðið ikki styrknaði soleiðis, sum tað undan hesum umfarinum var møguleiki fyri, at tað fór at gera. HB hevur 38 stig, og tað eru seks stig fram til KÍ og sjey stig fram til NSÍ.

Úrslit á Skála ber við sær, at Skála ÍF hevur 22 stig, og at tað eru fýra stig aftur til 07 Vestur, sum er undir strikuni saman við B68, ið hevur 17 stig.

Maxwell Michael Effiom legði beinanvegin heimaliðið á odda. Hetta var fjórða málið hjá nigerianska álopsspælaranum, síðani hann fyrst í mai var við fyri fyrstu ferð í ár.

HB fótaði sær, og undan steðginum høvdu favorittarnir bæði javnað og lagt seg framum 2-1. Ári Mohr Jónsson, sum aftur í kvøld var framrættaður í vinstru, javnaði til 1-1, tá ið eitt korter var farið, og hann átti uppleggið, tá ið Heini Sørensen tíggju minuttir seinni legði HB á odda.

Í seinna hálvleiki høvdu bæði Mido Diop og Dan í Soylu stórar møguleikar at økja um HB leiðsluna. Tað eydnaðist ikki, og so var tað, at liðformaðurin á heimaliðnum Jákup Pauli Frederiksberg miðskeiðis í seinna hálvleiki javnaði til 2-2 eftir upplegg frá Karl Martin Johansen.

HB var meiri á bóltinum, og tað vóru spentar støður í báðum endum, men tað eydnaðist ikki at skora fleiri mál. Síðstu løtuna vóru øgiliga nógvir nærdystir, og tá sóu tveir HB spælarar reyða kortið. Stefan Radosavljevic sá beinleiðis reytt eftir 92 minuttir, og eftir 96 minuttir var tað miðverjin Per Magnus Steiring, sum sá gula kortið fyri aðru ferð og harvið vóru tað síðstu lítlu løtuna 9 svartir og reyðir ímóti 11 heimamonnum.

Skála ÍF fer fríggjakvøldið til Klaksvíkar, og HB fær leygardagin vitjan av AB.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

Í gjár kl. 11:45

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

12. september kl. 22:42

Sølva Ford aftur á pall í Føroyum

23 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Óli skoraði og legði upp til 15 mál móti ungarskum stórliði

14 minuttir síðan
Fótbóltur

Sandnes ULF vann seg víðari í steypakappingini

52 minuttir síðan
Tíðindi

SVT-valforsøgn: Reyðgrønu vinna valið í Svøríki

1 tími síðan
Tíðindi

Bøta um korini hjá føroyskum lesandi í Danmark

2 tímar síðan
Fótbóltur

Adrian skoraði tvey mál tá Horsens vann seg víðari í steypakappingini

2 tímar síðan
Fótbóltur

Geza leingir sáttmálan við Grimsby Town

2 tímar síðan
Tíðindi

Tvær føroysk­ar virð­is­løn­ar­vón­ir og norð­ur­lendsk­ur sjón­varps­áhugi

3 tímar síðan
Tíðindi

Fyrsta fjarstýrda skurðviðgerð av sjúklingi í Føroyum framd

5 tímar síðan
Tíðindi

500 færri skaðar fyrra hálvár í ár samanborið við í fjør

5 tímar síðan
Tíðindi

Stúra fyri ikki at fáa nóg nógv skikk­að starvs­fólk á røktar­heimini

7 tímar síðan
Lesarabrøv

Fornuftin má ráða – ikki kenslurnar

7 tímar síðan
Tíðindi

Ozonholið er størri enn Antarktis

8 tímar síðan