info
Ongi úrslit

Svar til Bjarna K. Petersen: Javning av skattastiganum er ikki ein skattahækking, men ein lækking

Fróði Magnussen
21. oktober 2026 kl. 13:58

Svar til Bjarna K. Petersen: Javning av skattastiganum er ikki ein skattahækking, men ein lækking.

Bjarni Kárason Petersen hevur ført fram, at samgongan hækkar skattin, tí ætlanin um at javna skattastigan ikki verður sett í verk beinanvegin.

Tað haldi eg vera eina villleiðandi framseting.

Trupulleikin við einum stigvaksandi skattastiga, sum stendur óbroyttur ár eftir ár, er júst, at lønarhækkingar og prísvøkstur flyta fólk longur upp eftir skattastiganum – eisini hóast keypiorkan ikki er vaksin samsvarandi. Úrslitið er, at skattatrýstið kann vaksa, uttan at Løgtingið hevur samtykt eina nýggja skattahækking.

Tí arbeiðir samgongan við einari skipan, har skattastigin frameftir skal javnast árliga. Aksel V. Johannesen hevur eisini upplýst, at endamálið er, at inntøkuskatturin hjá vanliga løntakaranum ikki skal vaksa ár undan ári bara av hesi orsøk.

Tá javningin kemur í gildi, er hon sostatt ikki ein skattahækking. Tvørturímóti merkir hon, at skatturin verður lægri, enn hann hevði verið, um skattastigin sjálvur framhaldandi varð standandi óbroyttur.

Tað serliga áhugaverda er, at hetta als ikki er eitt nýtt sjónarmið. Ruth Vang staðfesti sjálv fyrr í ár, at skattastigin í Føroyum ikki verður javnaður, og at tað hevur við sær, at fólk við tíðini verða skattað harðari. Fólkaflokkurin legði eisini í 2024 uppskot fram um at javna skattastigan á hvørjum ári við lønar- og prísvøkstrinum.

Tí er tað eitt sindur løgið nú at gera sjálva javningina av skattastiganum til eina søgu um skattahækking.

Ein kann sjálvandi kjakast um, nær javningin eigur at koma í gildi, og um hon eigur at vera størri ella minni. Tað er eitt reelt politiskt kjak. Men tað er nakað annað enn at kalla eina skipan, sum skal forða fyri sjálvvirkandi øktum skattatrýsti, fyri eina skattahækking.

Nógv skal ein hoyra, áðrenn oyruni detta av.

Fróði Magnussen umboð fyri Fólkaflokkin á Tingi.

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

Í gjár kl. 12:18

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

17. oktober kl. 09:01

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

B36 sendi HB úr næstbestu deildini

1 minuttur síðan
Tíðindi

Fleiri deyð í hørðum jarðskjálvta í Tibet

53 minuttir síðan
Tíðindi

Keypspen­ing­ur­in varð ongan­tíð gold­in – nú sleppa Bú­staðir framat

1 tími síðan
Tíðindi

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

1 tími síðan
Tíðindi

Eldurin stóðst av skarpløddum granatum

2 tímar síðan
Tíðindi

Kommunan keyp­ir lendi á Signa­bø fyri 2,6 milliónir

4 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava betri atkomu í Mykinesi

5 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Varandi heimur - ráðstevna og framsýning

5 tímar síðan
Tíðindi

Birting í Gallarí Havnará

5 tímar síðan
Tíðindi

Stendur á jøvnum millum Bolsonaro og Lula

5 tímar síðan
Tíðindi

Bergur hevur kært borgar­­stjóran til komm­unala eftir­litið

6 tímar síðan
Tíðindi

Fjølmentanarvikan verður sett í Vágum

6 tímar síðan