07 Vestur er aftur at finna í Betrideildini

07 Vestur vann á Toftum móti B68, ið má spæla upp- og niðurflytingardyst móti Skála ella AB

 

 

Tað hevur gingið ótrúliga væl hjá vestanmonnum í 1. deild seinastu tíðini.

Í kvøld vann 07 Vestur áttanda sigurin á rað í 1. deild, tá teir á útivølli vunnu 2-1 á B68 á Svangaskarði á Toftum.

Ùrslitið merkir, at 07 Vestur hevur vunnið sær pláss í Betrideildini komandi kappingarár. B68 skal spæla upp- og niðurflytingardyst móti antin Skála ella AB seinni í november.

Zoran Vujovic legði 07 Vestur á odda tá 57 minuttir vóru farnir, Jóannis á Steig átti uppleggið. Bert tveir minuttir seinni javnaði Andri Benjaminsen fyri B68, Ólavur Jensen stóð fyri upplegginum.

Sigursmálið hjá 07 Vestur kom tá bert tveir minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini. Emil Mikkelsen syrgdi fyri sigursmálinum aftaná gott forarbeiði av superveteraninum, Tór Ingari Akselsen.

07 Vestur er nú átta stig frammanfyri B68 nú bert eitt umfar er eftir at leika. 

Fríggjakvøldið tekur 07 Vestur móti botnliðnum, FC Hoyvík á Dungasandi í Sørvági. B68 spælir á útivølli móti B71. Um 07 Vestur vinnur á FC Hoyvík og NSÍ ikki fær fult móti AB á Argjum vinnur 07 Vestur silvur. Víkingur hevur vunnið 1. deild, og fáa ungu eystanbúgvarnir gullkrónurnar handaðar aftaná útidystin móti HB fríggjakvøldið. 

In.fo ynskir 07 Vestur hjartaliga tillukku við uppflytingini.