07 Vestur reisti seg

1. DEILD: Hóast HB var frammanfyri við trimum málum, so eydnaðist tað ikki at vinna fulla úrtøku

Tá ið tað restaði eitt korter var tað yvurhøvur einki, sum bendi á, at 07 Vestur skuldi vinna nakað stig í heimadystinum ímóti teimum næstbestu hjá HB.

Eftir fyrra hálvleik var HB frammanfyri 3-0, og støðan var ikki broytt, tá ið tað restaði eitt korter.

Tað restaðu 12 minuttir, tá ið Dann Fróðason minkaði um munin til 3-1, og so gekk tað skjótt hjá 07 Vestur. Fýra minuttir seinni minkaði Karl Weihe um munin tl 3-2, og fimm minuttir seinni javnaði innskifti Jógvan Petersen til 3-3, sum varð úrslitið.

Rói av Fløtum legði HB framum 1-0 beinanvegin, Jógvan Skeel Nolsøe økti til 2-0 í 11. minutti, og Gilli Róason økti til 3-0 seks minuttir undan steðginum.

Felags fyri 07 Vestur og HB er, at hesi liðini ikki hava vunnið fulla úrtøku í trimum teimum fyrstu umførunum. 07 Vestur hevur trý stig eftir tríggjar javnleikir, og HB hevur tvey stig eftir tveir javnleikir og eitt tap.

Í fjórða umfari skal HB spæla á heimavølli ímóti Víkingi, og 07 Vestur skal spæla á heimavølli ímóti B68.