07 Vestur vann sjey av níggju stigum móti NSÍ

Her eru úrslitini og málskjúttarnir í dystunum millum 07 Vestur og NSÍ hetta kappingarárið

Tað gekk framúr væl hjá 07 Vestur í teimum trimum dystunum móti NSÍ hetta kappingarárið.

 

07 Vestur vann tveir teir fyrstu dystirnar móti NSÍ, og megnaði javnleik í tí triðja dystinum.

 

Úrtøkan gjørdist sostatt sjey stig til 07 Vestur, og bara eitt stig til NSÍ í teimum trimum innanhýsis dystunum.

 

Málúrtøkan í teimum trimum dystunum er 5-3 til 07 Vestur.

 

Her eru úrslitini og málskjúttarnir í dystunum í Betrideildini millum 07 Vestur og NSÍ hetta kappingarárið:

 

 

 

07 Vestur – NSÍ 3-2 (1-0) - 24. apríl

 

1-0: Mads Borchers 45.

 

2-0: Mads Borchers 52.

 

3-0: Mads Borchers 54.

 

3-1: Hans Marius Davidsen 70.

 

3-2: Klæmint A. Olsen 88.

 

 

 

NSÍ – 07 Vestur 0-1 (0-0) - 27. juli 

 

0-1: Jasper Van Der Heyden (72.)

 

 

 

 

 

NSÍ – 07 Vestur 1-1 (0-0) - 17. september 

 

1-0: Klæmint A. Olsen br (77.)

 

1-1: Mads Borchers (85.)