1. deild: Skála og B71 eru greiðir favorittar hjá veddingarfyritøkunum

Her eru miðaloddsini upp á dystirnar B71-EB/Streymur 2 og NSÍ 2-Skála ÍF

Tveir dystir vera leiktir í 1. deild hjá monnum í kvøld.

 

Klokkan 19 byrjar dysturin inni í Dal á Sandi millum B71 og EB/Streym 2. 

 

B71 er triðfremst í deildini við 41 stigum. EB/Streymur er nummar seks við 22 stigum.

 

Klokkan 20 byrjar dysturin við Løkin í Runavík millum NSÍ 2 og Skála ÍF.

 

NSÍ er nummar átta í deildini við 18 stigum. Skála ÍF er oddalið við 53 stigum.

 

B71 og Skála ÍF eru ikki óvæntað greiðir favorittar hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystirnar. 

 

HER eru miðaloddsini upp á hesar báðar dystirnar:

 

##med2##