Trump: - Hetta kann slett ikki góðtakast

Fyrr í dag frættst, at Iran umvegis Pakistan hevði latið USA eitt mótuppskot til eina avtalu landanna millum

Eftir øllum at døma heldur amerikanski forsetin ikki nógv um svarið úr Iran til eina loysn av krígnum millum USA og Iran.

 

Á sínum egna sosiala miðli í kvøld skrivar amerikanski forsetin, Donald Trump, at honum líkar ikki svarið úr Iran.

 

- Tað kann slett ikki góðtakast!

 

Forsetin sigur tó einki um innihaldið í svarinum, sum Iran hevur sent USA umvegis meklaralandið, Pakistan.

 

Fyrr í dag frættst, at Iran hevði latið USA eitt mótuppskot til eina avtalu landanna millum. 

 

- Við hesum grundarlagi kunnu samráðingarnar miðja eftir, at ein endi fæst á krígnum, segði eitt talsfólk fyri iranska uttanríkisráðið í dag.

 

Tað var almenna iranska tíðindatænastan, Irna, sum bar hesi tíðindi úr Iran í dag.