Jóan Símun vann á Ara í bestu íslendsku fótbóltsdeildini

Talan er um annan sigurin á rað hjá KA

Í seinna hálvleiki gjørdist talan um eina føroyingauppgerð, tá KA tók ímóti ÍBV í dysti í bestu íslendsku fótbóltsdeildini. 

 

Ari í Haraldsstovu vardi málið hjá ÍBV, og Jóan Símun kom á vøllin, tá seinni hálvleikur byrjaði. 

 

KA vann dystin - við góðari hjálp frá ÍBV - 2-0. Við fyrra málið kom Ari heldur illa úr málinum. Bólturin var spældur fyri føturnar á Hallgrími Mar Steingrímsson, ið sá, at Ari var staddur ov langt úti. Hallgrímur Mar Steingrímsson meddaði til, og bólturin fór uppum Ara og í netið til 1-0.

 

Seinna málið var eitt sjálvmál Felix Örn Friðriksson hjá ÍBV gjørdi heilt móti dystarenda.

 

KA er nummar seks í deildini við sjey stigum, og ÍBV er aftast við bert einum stigi.