USA skal gevast við stongsli av iranskari olju

Lítið er frætt um, hvørji krøvini hjá Iran eru fyri at gera eina friðaravtaluv við USA, men í dag er okkurt likið út

Iranska tíðindastova, Tasnim, sigur, at Iran í einum friðaruppskoti við USA eitt nú vil hava, at revsitiltøkini móti iranska oljuídnaðinum fyribils verða tikin av.

 

Keldur, sum ikki vilja vera navngivnar, siga við Tasnim, at Iran vil hava USA at steðga øllum revsitiltøkum móti iranskum oljuútflutningi í ein mánað.

 

Svarið úr Iran upp á friðaruppskotið hjá USA er sent um meklaralandið Pakistan í dag, og lítið er annars frætt um, hvørji krøvini hjá Iran eru.