Nú nærkast til árliga Sandoy Hálvmarathon, sum verður nú leygardagin hin 23. mai.
- Tað er ikki bara hálvmarathon, sum er á skránni. Møguleiki er eisini bara at renna ella ganga til Søltuvíkar, sum er 10,9 kilometrar ella runt Sandsvatn, sum er 6,8 kilometrar.
Fyriskipararnir vísa á, at allir tríggir teinarnir eru heilt framúr á hvør sín hátt.
- Tú kemur at síggja Sandsvatn, Sandafløttin, Mølheyggjar, Sprutthol, Gróthúsvatn, Søltuvík og nógva aðra órtúliga vakra náttúru her um leiðir.
##med2##
Á túrinum eru nógvir postar við vatni og frískari frukt, og á málinum fáa allir luttakarar eitt sergjørt heiðursmerki og okkurt gott ábit frá Mowi.
Eisini verður hoppiland, undirhald frá Bubu, sangur frá Bjarka frá Hoydølum og tónleikur allan dagin frá DJ Haraldsen.
- Hesin parturin av tiltakinum er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin, siga fyriskipararnir.
B71 fer eisini at hava útikafé allan dagin, har bæði drekkandi og etandi verður til keyps.
Í fjør vóru umleið 300 luttakarar, og tað er væl síðan, at komið var upp um hetta talið í tilmeldingum hesaferð.
- Vit vænta, at luttakararnir verða væl fleiri enn í fjør - ikki minst, nú veðurgudarnir síggja út til at verða við okkum aftur í ár.
Fyrireikararnir siga, at Sandoy Hálvmarathon er eitt tiltak, har øll kunnu verða við.
Tilmelding fer fram á www.atgongumerki.fo
##med3##













