Tríggir menn eru dripnir í skottilburði í einari mosku í amerikanska statinum Kalifornia.
Ein av teimum deyðu var ein trygdarvørður við moskuna.
Tað sigur løgreglustjórin í San Diego, Scott Wahl, sambært tíðindastovuni Reuters.
Løgreglan kannar málið sum hatursbrotsverk.
– Av tí at hendingin fór fram í Islamic Center, meta vit hetta sum hatursbrotsverk, inntil annað er prógvað, sigur løgreglustjórin.
Skottilburðurin fór fram í Islamic Center í San Diego, sum er størsta moskan í San Diego County. Í moskuni er ein skúli, sum bjóðar islamska undirvísing, skrivar Reuters.
Ógreitt er, hvussu nógv fólk vóru til staðar í økinum, tá skottilburðurin fór fram.
Ráðið fyri amerikansk-islamsk viðurskifti (CAIR) sigur í eini fráboðan, at børn eru í einum skúla á moskuøkinum.
Tveir mans eru undir illgruna fyri at standa aftanfyri skottilburðin. Teir vórðu seinni funnir deyðir í einum bili nærhendis moskuni, upplýsir løgreglustjórin í San Diego, sambært amerikanska miðlinum CNN. Teir eru eftir øllum at døma deyðir fyri egnari hond.
Sambært einum talsmanni fyri amerikansku samveldisløgregluna, FBI, vóru teir báðir mistonktu gerningsmenninir ávikavist 17 og 19 ára gamlir.
Sambært løgregluni hevði dripni trygdarvørðurin avgerandi týdning fyri at forða fyri, at enn fleiri doyðu.
– Hann hevði ein avgerandi leiklut í at fyribyrgja, at hetta gjørdist nógv verri, sigur Scott Wahl sambært CNN.
Upptøkur frá lokalum sjónvarpsstøðum vísa nógvar løgreglubilar við moskuna, har løgreglufólk og akfør teirra hava kringsett økið, skrivar Reuters.
Upp til 100 løgreglumenn fóru inn á moskuøkið eftir fráboðanir um skottilburðir. Her funnu teir trý deyð fólk uttan fyri moskuna, og tí stormaðu løgreglumenninir muslimska bygningin.
– Teir máttu bróta hurðar upp fyri at sleppa inn í øll tey ymisku rúmini. Tað vóru millum 50 og 100 løgreglufólk inni í bygninginum, sigur Scott Wahl sambært CNN.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, og guvernørurin í Kalifornia, Gavin Newsom, hava fingið kunning um skottilburðin.
Trump lýsir tað sum eina ógvusliga støðu, skrivar Reuters.
/Ritzau/










