Marjus Dam
valevni Sambandsfloksins
?????
Í Ríkisfelagsskapinum er góður møguleiki hjá Føroyum at fáa 120 milliónir kr til gransking og menning.
Tað er okkara partur av 10 milliardum krónum, ið Danmark ætlar at nýta til gransking og menning komandi árini.
Ein slík íløga til gransking í Føroyum, kundi verið við til at sett ferð á at skapa nýggjar vinnuligar møgu-leikar í Føroyum.
Fullveldistosið seinastu 5 árini var eitt skaðiligt tíðarskeið fyri Føroyar. Mikil goragandur, klandur og undirskot á fíggjarlógini vóru úrslitini. Søgan fer at vísa, at mest skaðiliga tíðarskeið í føroya søgu var fullveldistíðin.
Á Fólkatingi hava tjóð-veldisumboðini bert keglast og fornerma tey við høvdu havt best gagn av at samstarva við.
Fyri Tjóðveldisflokkin hava ein rópari og ein heimsmeistari í manipulatión sitið á Fólkatingi. Nú hevur ein skemtari so eisini stilla upp. Nú kann ein fara á Cafe at hoyra skemt. Ímeðan vinnan bløðir orsaka av ongum vinnupolitikki. Útjaðarin er við at fara í spønir, og landskassin hevur stórt hall orsaka av loysingarpolitikki ? ja so verður veljarin boðin til skemt. At teir ikki skamma seg.
Tað er eitt at gera: Blaka loysinginga á bláman og vel eitt ella tvey sambandsumboð á Danating.
Vit hava loysnirnar