Danmark fekk eina sannførandi byrjan upp á HM-endaspælið í hondbólti hjá kvinnum.
Í bólki A, ið verður spældur í Rotterdam í Niðurlondum vann Danmark í fyrsta bólkadystinum stórsigur 36-19 á Japan. Í steðginum var Danmark á odda 19-6.
Toppskjúttar hjá Danmark vóru Andrea Hansen við seks málum, og Elma Halilcevic, Julie Scaglione og Helena Elver við fimm málum hvør.
Toppskjúttar hjá Japan vóru Kaho Nakayama við fimm málum, og Natsumi Akiyama við fýra málum.
Í sama bólki vann Rumenia greitt 33-24 á Kroatia. Í fyrra hálvleiki leikaði javnt á, og var Rumenia bert á odda 13-12 í steðginum. Í seinna hálvleiki var Rumenia greitt omaná.
Toppskjúttar hjá Rumenia vóru Sorina Grozav við sjey málum, og Lorena-Gabriela Ostase við fimm málum.
Danmark og Rumenia hava tvey stig hvør. Kroatia og Japan hava einki stig.
Bólkur A, Rotterdam, Niðurlond:
27. november:
Rumenia – Kroatia 33-24
Danmark – Japan 36-19
29. nóvember:
Rumenia – Japan, kl. 17.
Kroatia – Danmark, kl. 19.30.
1. desember:
Japan – Kroatia, kl. 17.
Danmark – Rumenia, kl. 19.30.
Í bólki B, ið verður leiktur í ‘s-Hertogenbosch í Niðurlondum løgdu Ungarn og Sveis fyri við stórsigrum.
Sveis vann ein knúsandi 34-9 stórsigur á Iran. Í steðginum var Sveis á odda 19-7. Sostatt megnaðu tær iransku bert at skjóta tvey mál í seinna hálvleiki.
Toppskjúttar hjá Sveis vóru Melanie Felber við sjey málum, og Tabea Schmid við fimm málum. Toppskjútti hjá Iran við trimum málum var Fatemeh Merikh.
Í sama bólki vann Ungarn ein trivaligan 26-17 sigur á Senegal. Í steðginum var Ungarn á odda 10-7.
Toppskjúttar hjá Ungarn vóru Gréta Márton við sjey málum, og Laura Udvardi við fimm málum.
Toppskjúttar hjá Senegal vóru Dounia Abdourahim og Mathita Diawara, báðar við fýra málum.
Sveis og Ungarn hava tvey stig. Senegal og Iran hava einki stig.
Bólkur B, ‘s-Hertogenbosch, Niðurlond:
27. november:
Sveis – Iran 34-9
Ungarn – Senegal 26-17
29. november:
Sveis – Senegal, kl. 17.
Iran – Ungarn, kl. 19.30.
1. desember:
Senegal – Iran, kl. 17.
Ungarn – Sveis, kl. 19.30.











