Mánadagin hin 1. desember klokkan 13 verða tøk grundstykkir lýst til sølu umvegis grundstykkjaskipanina á heimasíðuni hjá Nes kommunu.
Til sølu verða átta nýggj grundstykkir við nýggja partin av Høganesvegnum, og her er eitt fantastiskt útsýni - úti í óspiltari náttúru.
- Talan er um fýra grundstykkir, sum eru ætlað til eittplanshús og fýra grundstykkir til hús í tveimum hæddum, siga tey í Nes kommunu í kvøld.
Á heimasíðuni - www.nes.fo - sæst, hvussu stór umrøddu grundstykkir eru, hvørji kunnu byggjast í einari hædd, og hvørji kunnu byggjast í tveimum hæddum.
- Nýggju grundstykkini verða liðugt grovplaneraði, tó uttan rottanga, og tey kosta 760 krónur fyri fermeturin. Stykkini verða endaliga matrikuleraði út á várið 2026.
Í Nes kommunu vísa tey á, at tað kann henda, at onkrar smærri tillagingar verða í fermetratali og soleiðis eisini í prísi.
- Umframt tey átta grundstykkini við nýggja partin av Høganesvegnum, er eisini eitt grundstykki í gomlu útstykkingini, Høganesvegur 18, matr. 305d, til sølu.
Lagt verður aftrat, at umrødda grundstykkið í gomlu útstykkingini er 631 fermetrar stórt. Tað er óplanerað, og her er fermetraprísurin 275 krónur.
##med2##
##med3##
##med4##














