Fótbóltur
Hóast nøvn sum Nesta, Toni og Totti ikki standa á listanum, sum italska fótbóltssambandið hevur latið UEFA undan Føroya-ferðini, so er talan kortini um eina ríkiliga stóra uppgávu hjá føroyska landsliðnum.
Frá hópinum, sum seinasta summar var við til at tryggja sær HM, eru 13 spælarar, og tað í sjálvum sær borgar væl fyri einum ávísum kvaliteti. Og teir, sum síðani eru komnir afturat, eru nú heldur ikki vánaligir spælarar. Snøgt sagt, so er talan um sanna stjørnukavalkadu, sum kemur hendanvegin, har lið sum Real Madrid, Barcelona, Inter, Milan og Roma standa á visit-kortunum hjá spælarunum. Teir trettan heimsmeistaranir eru Amelia, Buffon, Barzagli, Cannavaro, Materazzi, Oddo, Zambrotta, De Rossi, Gattuos, Perotta, Pirlo, Del Piero og Inzaghi.:
Í KASSA
Italski hópurin
Málverjar
Spælari Felag Landsdystir/mál
Marco Amelia Livorno 3/0
Gianlugi Buffon Juventus 73/0
Christian Abbiati Torino 4/0
Verjuspælarar
Andrea Barzagli Palermo 13/0
Fabio Cannavaro Real Madrid 106/1
Marco Materazzi Inter 36/2
Massimo Oddo Milan 26/1
Gianluca Zambrotta Barcelona 63/2
Allessando Gamberini Fiorentina 0/0
Manuel Pasqual Firorentina 2/0
Max Tonetto Roma 0/0
Miðvøllur
Daniele De Rossi Roma 26/4
Stefona Aimo Diana Palermo 12/0
Gennaro Ivan Gattuso Milan 51/1
Simone Perrotta Roma 34/2
Andrea Pirlo Milan 36/5
Massimo Ambrosini Milan 23/0
Álop
Cristiano Lucarelli Livorno 3/1
Antonio Di Natale Udinese 9/2
Tommaso Rocchi Lazio 3/0
Alessandro Del Piero Juventus 81/27
Filippo Inzaghi Milan 53/23
Fabio Quagliarella Sampdoria 1/0