13 tinglimir boykottaðu drotningina

Nakrir stólar stóðu tómir, tá Margretha drotning var í Fólkatinginum í dag, har tingið heiðraði hana í sambandi við, at hon hevur verið á trúnuni í 40 ár.

13 fólkatingslimir vóru ikki í salinum hesa løtuna. Tað vóru teir 12 tinglimirnir hjá Eindarlistanum og Zenia Stampe úr radikala flokkinum.

Per Clausen, sum er formaður í tingbólkinum hjá Eindarlistanum sigur, at tingmanningin helt seg ikki hava nakra orsøk til at vera í salinum, meðan tingformaðurin helt røðu fyri drotningini.

Zena Stampe, sum í síni tíð stovnaði Den Republikanske Grundlovsbevægelse, vil ikki gera nakra viðmerking til, at hon ikki var hjástødd.

-Eg haldi, at fólk vita hví, sigur hon við danska kringvarpið.