14 altjóða veddingarfyritøkur hella til ein føroyskan sigur

Føroyar hava ein lítlan favorittleiklut í dystinum móti Ukraina

Í kvøld klokkan 19 stendur slagið, EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Ukraina. Ongantíð í søguni hevur eitt føroyskt A-landslið í hondbólti havt meir at spæla fyri enn í kvøld. Vinnarin av dystinum í kvøld stendur við einum góðum møguleika at vinna seg í EM-endaspælið í Týsklandi.

 

Ukraina hevur vunnið seks av seks dystum móti Føroyum, tó hava vit tapt báðar heimadystirnar við bert einum máli, 26-27 í 2019 og 25-26 í 2021, har vit eins væl kundu havt vunnið ella fingið ein javnleik.

 

14 altjóða veddingarfyritøkur lata odds upp á dystin millum Føroyar og Ukraina í kvøld, og tær hella til ein føroyskan sigur, tó er ikki talan um nakran stóran favorittleiklut.

 

Oddsini upp á føroyskan heimasigur liggja millum 1.62 og 1,74. Oddsini upp á ukrainskan útisigur liggja millum 2.55 og 2,96. 

 

MIðaloddsini upp á føroyskan sigur eru 1,69, og miðaloddsini upp á ukrainskan sigur eru 2,68.

 

Tað ríður um snarið hjá okkara monnum, og tí mugu og skulu teir 1.800 áskoðararnir hoyrast við rungandi stuðuli í kvøld. 

 

Her eru oddsini:

 

##med2##