18 kvinnur og 18 menn á javnaðarlista

Javnstøða er á listanum hjá Javnaðarflokkinum til løgtingsvalið 8. desember

Nøkur av valevnunum, sum vóru á framløgufundinum hjá Javnaðarflokkinum í dag Mynd: Álvur Haraldsen

Í dag hevur Javnaðarflokkurin lagt fram valskránna fyri løgtingsvalið 8. desember. Tað gjørdi flokkurin á tíðindafundi í Løkshøll seinnapartin í dag.

 

Yvirskipaði boðskapurin í valskránni er, at Skil má vera í, ikki minst fíggjarliga.

 

Flokkurin skrivar soleiðis í tíðindaskrivi:

 

Freistandi er at lova í eyst og vest í valstríði.

 

Men fyri Javnaðarflokkin er umráðandi, at alt, sum verður lovað, eisini verður fíggjað.

 

Burturúr valskránni kunnu vit nevna hesi øki:

 

Fíggjarligt skil í

 

Vit skulu hava mál fyri útreiðsluvøksturin.

 

Skattalættar mugu fíggjast.

 

Uppisjóvarvinnan og alivinnan mugu rinda meira.

 

Lættari gerandisdag

 

Arbeiðsvikan skal niður í 37 tímar. Lønin skal vera óbroytt.

 

Vit vilja geva lønarlyft til umsorganarøkið.

 

Mótrokningin av arbeiðsinntøku í fólkapensjónini skal so líðandi burtur.

 

Bíligari gerandisdag

 

Skattalætta og hægri barnafrádrátt til lág- og miðallønt.

 

MVG av mjólk, breyði, frukt og grønmeti.

 

Fíggjarligt ískoyti til fíggjarliga sperd húski.

 

Almannagagnligar leigu-íbúðir.

 

Grønari gerandisdag

 

Í 2030 skal øll el-orka á landi vera frá grønum orkukeldum.

 

Allir lønarbólkar, vinnugreinir og landspartar skulu við í grøna skiftið.

 

Landið skal bindast til at ganga undan.

 

Í Javnaðarflokkinum fegnast vit um, at javnstøða er á upptillingarlistanum, 18 kvinnur og 18 menn. 

 

Tey, sum hava bjóðað seg fram sum valevni til løgtingsvalið 2022 eru:

 

Aksel V. Johannesen

 

Bergur Robert Dam Jensen

 

Birita Baldvinsdóttir Iversen

 

Birita Matras Petersen

 

Birna Heinesen

 

Bjarni Arge

 

Bjarni Hammer

 

Bjørg Dam

 

Djóni Nolsøe Joensen

 

Eyðgunn Samuelsen

 

Hans Jacob Thomsen

 

Harriet Jørginsdóttir

 

Heðin Mortensen

 

Helga Bára Mohr Vang

 

Henrik Old

 

Herborg Torkilsdóttir

 

Ingilín D. Strøm

 

Jógvan Kallsgarð

 

Jóhannis Joensen

 

Kim Durhuus

 

Kristianna Winther Poulsen

 

Laura Apol

 

Magna Eliana Mørkøre

 

Malan á Dunga

 

Margit Stóra

 

Marnar Fríðheim Kristiansen

 

Milia Egilsnes Anda

 

Ólavur Larsen

 

Óli Jákup Jacobsen

 

Paul Kjartan Matras

 

Sára Gullfoss

 

Sigrið Sámalsdóttir Hentze

 

Súni Selfoss

 

Súsanna Bertholdsen

 

Terji Beder

 

Uni Holm Johannesen

 

 

 

Nøkur av valevnunum, sum vóru á framløgufundinum hjá Javnaðarflokkinum í dag Mynd: Álvur Haraldsen