Nógv er gjørt fyri, at urtagarðurin skal vera spennandi at vitja. Urtagarðurin er skipaður soleiðis, at fjøruplanturnar eru í tí niðara partinum, og hagin er longur uppi. Planturnar eru kortini blandaðar nakað fyri, at pláss skal vera fyri øllum.
Prýðiligir trøllakambar vaksa ymsastaðni. Teir gerast stórir og flottir. Gøtur eru gjørdar, soleiðis at fólk fáa gingið ímillum planturnar.
- Tað veksur sum heild væl í ár, men eitt sindur ójavnt. Okkurt trívist væl, okkurt er deytt, og eg havi onga forkláring uppá tað, tí eg síggi einki mynstur.
Eitt nú hevur Annleyg Patursson í 25 ár havt fýra gullmurur. Hetta er sjáldsom planta, og allar eru deyðar í vetur. Harafturímóti vaksa mækjurnar væl og standa í fullum blóma við sínum gulu blómum, bæði í urtagarðinum og úti í náttúruni.
##med2##
Urtagarðurin bleiv gróðursettur á heysti í 2020. Árið eftir bleiv urtagarðurin víðkaður. Hamarin omanfyri er væl egnaður til at planta føroyskan píl. Tá bleiv eisini pláss fyri einum hvanngarði og ymiskum øðrum kryddurtum. Uttanfyri sjálvan garðin er framvísing av føroyskum plantum.
- Hetta vísir, hvussu tað kann síggja út í einum urtagarði, og doyr ein planta í urtagarðinum, skulu vit hava møguleikan at grava eina aðra upp.
Annleyg hevur givið urtagarðinum navnið Villblómulundin, og her er altíð opið fyri vitjandi.
- Tað ganga nógv fólk her, og stórur partur er ferðafólk.
##med3##
Annleyg Patursson brúkar nógva tíð í urtagarðinum. Tá hon er har, kunnu fólk keypa sær plantur, men tað er avmarkað, hvussu nógv kann seljast. Nøkur sløg kunnu gravast upp, um fólk ynskja okkurt ávíst, men tað eru ikki allar plantur sum trívast í urtagørðum.
- Tú varnast hvussu fáar eru egnaðar til urtagarðar, summar vaksa ov væl, og aðrar vaksa illa.
Tær flestu føroysku planturnar eru grønar á liti, og ofta hava tær ikki stórar blómur, sum eyðkenna útlendskar urtagarðsblómur.
- Summar sáa seg ov nógv, og summar breiða seg ov víða. Fleiri havafólk vilja hava eina plantu, ið stendur har, sum hon er sett og breiðir seg spakuliga. Eg haldi, at vit hava einar 10 slíkar plantur.
Fleiri vaksa bert fá ár á sama stað, eitt nú baldursbrá, sum er vøkur urtagarðsblóma, og veksur í tvey til trý ár. Síðani ræður um at finna smáu spírarnar, sum hava sáað seg, og tí er hetta er ein annar máti at hava urtagarð.
Summar plantur eru lættari at ala enn aðrar. Summar kunnu skerast av og sáa seg væl, og við øðrum riggar hetta als ikki. Summar vaksa ógvuliga seint, og tá ber ikki til at selja av teimum.
##med4##
Fleiri av plantunum eru sjáldsamar, eitt nú reyð várhagasólja, sum er serføroysk. Áðrenn urtagarðurin flutti til Hoyvíkar, var hann í Debesartrøð. Reyða várhagasóljan stavar hiðani og trívist væl. Hon sáar seg sjálva, og tí eru nógvar reyðar várhagasóljur í urtagarðinum, og nakrar eru eisini seldar. Bløðini eru næstan svørt, tá hon byrjar at vaksa, seinni blikna tey og gerast reyð.
Lundaramingi er eisini sjáldsom planta, og hon veksur væl í urtagørðum. Kortini verður hon ikki nógv seld.
- Kanska skalt tú dáma tær føroysku planturnar fyri at halda, at hon er vøkur.
Lundaramingi hevur tann eginleika, at hon fjalir moldina, tí hon breiðir seg.
##med5##
Stóri dagurin í Villblómulundini er mentanarnáttin, og tá verður nógv selt, tí tiltakið verður væl lýst.
- Mentanarnáttina í ár vóru nógv vitjandi, og tað var ordiliga stuttligt, tað hevur eydnast væl.
Eftir mentanarnáttina kunnu tey, sum eru áhuga at keypa, seta seg í samband við Annleyg.
Eisini verður skipað fyri plantutúrum í Hoyvík. Túrurin byrjar við parkeringsøkið hjá Skógrøkt Landsins. Gingið verður eftir gøtum, aftanfyri Skógrøktina og gjøgnum Viðarlundina. Oman móti Boðanesgjógv vaksa nógvar hagaplantur. Endað verður í plantufrøðiliga urtagarðinum í Hoyvík. Túrurin varar í tveir tímar og er fyri øll.
Føroyskar plantur tola nógv
Á summum støðum er ábært í urtagarðinum, kortini trívast planturnar væl.
- Tú skuldi ikki trúð, at hetta staðið var væl egnað, men tað er tað kortini. Føroysku planturnar tola nógv.
Uppi á hamrinum vaksa pílar, og har kann verða nógvur vindur. Vindurin sýnist kortini ikki at vera ein trupulleiki, men seyður hevur gjørt eitt sindur av fortreð, og harum dáma væl at eta píl um veturin, tí tá er lítið av øðrum at eta.
- Eg havi sæð bæði haru og ungar, sigur Annleyg og flennir.
##med6##
Ovasti partur av urtagarðinum er hegnaður av við dupultum hegni, og har skuldu harurnar ikki sloppið inn. Um eitt ár ella tvey sæst væntandi, um pílarnir í avbyrgda økinum hava vaksið seg størri samanborið við hinar.
180 ymiskar plantur vaksa í urtagarðinum, tá urtagarðurin bleiv gróðursettur vóru tær 190, men tað eru altíð nakrar sum doyggja burturav.
- Tá skal man hugsa seg um, og siga, at 180 er nokk.
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##
##med20##
##med21##
##med22##
##med23##
##med24##
##med25##
##med26##
##med27##
##med28##
##med29##
##med30##
##med31##
##med32##










































