U20 EM: Turkaland sendi Føroyar í ovara endaspælið

Føroyar eru best innanhýsis millum trý lið, ið hava tvey stig hvør

Mynd: Eurohandball

Eitt satt undur er hent í U20 EM-endaspælinum í manshondbólti, ið sendir føroyska U20 manslandsliðið víðari í ovara endaspælið.

 

Turkaland sum í okkara bólki hevur lagt rygg til stórtapini 32-50 fyri Sveis og 28-40 fyri Føroyum, hevur júst framt eitt roysnið av dimensjónum.

 

Hóast Serbia var risafavorittur, og hægsta oddsið fyri serbiskan sigur var 1,01, so vann Turkaland mirakuløst 30-29 á Serbia. Í steðginum var Turkaland á odda 14-13.

 

Hetta merkir, at Føroyar, Serbia og Turkaland øll hava tvey stig hvør í innleiðandi bólki B.

 

Serbia hevur vunnið á Føroyum. Føroyar hava vunnið á Turkalandi, og Turkaland hevur vunnið á Serbia. Tí er tað innanhýsis málmunirin, ið telir. Har hevur Serbia vunnið 32-31 á Føroyum, Føroyar hava vunnið 40-28 á Turkalandi, og Turkaland hevur vunnið 30-29 á Serbia.

 

Føroyar hava sostatt í innanhýsis málmuninum pluss 11, Serbia hevur málmunin null, meðan Turkaland hevur málmunin minus 11.

 

Føroyar enda sostatt frammanfyri Serbia og Turkaland.

 

Klokkan 17.30 spæla okkara móti Sveis um at vinna bólkin. Vinna Føroyar á Sveis, so fáa Føroyar tvey stig við sær í ovara millumumfarið. Endar dysturin við javnleiki fáa okkara eitt stig við sær til ovara endaspælið.

 

Óannsæð so enda Føroyar millum 12 tey ovastu liðini í Evropa. Herfrá skal ljóða ein stór tøkk til Turkalands.

 

Fólk kunnu stroyma dystin Sveis-Føroyar á Portalinum, og frásøgnin hoyrist á FM1. 

 

Mynd: Eurohandball