Í kunngerðini um veiði eftir makreli fyri 2022 er ásett, at 1800 tons eru tøk til vinnuligar fiskiroyndir.
- Nøgdin kann veiðast í føroyskum sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum, siga tey í Fiskimálaráðnum.
Í dag boðar Fiskimálaráðið frá, at tey, ið ætla sær at gera royndir innan økið, skulu senda ráðnum umsókn.
Umsóknarfreistin at søkja um makrel til vinnuligar fiskiroyndir er sett til á middegi mikudagin hin 20. juli.
Nærri kunning um møguleikar at søkja um lut í hesum 1800 tonsunum kann lesast á heimasíðuni www.fisk.fo