200 ung blása í Vestmanna

Aftur í ár skipa blásaralærararnir í Musikkskúlanum fyri orkesturstevnu. Hesaferð verður stevnan í Vestmanna í døgunum 9.-11. september. Slíkar stevnur hava verið heilt síðan miðskeiðis í áttatiárunum.

Vertur í ár er Musikkskúlin í Norðurstreymoy. Fyriskipararnir siga, at støðið er alsamt hækkandi, og at fleiri enn 200 ung - flestu millum 10 og 20 ár - luttaka.

Tað er ikki bara í vanligum ítróttargreinum, at vit hava landslið. Føroya Landsorkestur, sum er føroyska landsliðið innan blásiorkestur, luttekur.

- Verkini, sum verða spæld í ár, eru í nøkrum førum skrivað soleiðis, at spælarar og stjórnandi eru meira interaktiv. Næmingarnir mugu í størri mun enn vanligt taka abyrgd av sínum leikluti í orkestrinum, verður sagt úr Vestmanna, har orkesturstevnan í ár verður hildin.

Stevnan endar við almennari konsert í ítróttarhøllini í Vestmanna sunnudagin hin 11. september klokkan 16.

Meiri fæst at vita um tilmelding og annað á musikkinord.com.

Leggjast kann aftrat, at fyrsta hornorkesturstevnan varð hildin í Vestmanna í 1966.