Sløkkiliðsfólk stríddust við at sløkkja eldin eftir eina spreinging og eld á einum fýrverksmiðju í kinesiska býnum Changsha mánadagin. - Mynd: Cnsphoto/Reuters

21 deyð í spreinging á verksmiðju í Kina

21 fólk eru deyð í spreinging á fýrverksmiðju í Kina, og 61 hava fingið skaða.

Sløkkiliðsfólk stríddust við at sløkkja eldin eftir eina spreinging og eld á einum fýrverksmiðju í kinesiska býnum Changsha mánadagin. - Mynd: Cnsphoto/Reuters

Tað upplýsir almenna kinesiska sjónvarpsstøðin CCTV sambært tíðindastovuni Reuters.

Spreingingin hendi mánadagin umleið klokkan 16:40. á eini verksmiðju í býnum Changsha í Hunan-landslutinum.

Kinesiski forsetin, Xi Jinping, krevur eina gjølla kanning av deyðiligu spreingingini. Tað sigur hann við almennu kinesisku tíðindastovuna Xinhua, sambært Reuters.

Í fjør útflutti Kina fýrverk fyri 1,1 milliardir dollarar, sum er meira enn tveir triðingar av alheims søluni, skrivar Reuters.

Landið upplivir deyðiligar vanlukkur við fýrverki av og á.

 

/Ritzau/

 

Sløkkiliðsfólk stríddust við at sløkkja eldin eftir eina spreinging og eld á einum fýrverksmiðju í kinesiska býnum Changsha mánadagin. - Mynd: Cnsphoto/Reuters