Tað sigur Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður, í svari til Bjørg Brynhildardóttir Egholm, løgtingskvinnu, sum setti honum ein fyrispurning um málið, eftir at lesandi høvdu gjørt vart við sína ónøgd.
Spurningarnir frá tingkvinnuni vóru soljóðandi:
1. Metir landsstýrismaðurin tað vera hóskandi, at leiðslan á Glasi hækkar leiguna hjá lærlingum og lesandi á Skúlaheiminum við 1.000 krónum?
2. Metir landsstýrismaðurin tað vera skilagott, at vakmyndatól eru sett upp við nærum hvørja hurð á skúlaheiminum?
3. Heldur landsstýrismaðurin, at kunning og samskifti hjá leiðsluni á Glasi mótvegis lærlingum og lesandi hevur verið nøktandi?
4. Ætlar landsstýrismaðurin at lata felagnum Bústaðir ella onkrum privatum skúlaheimið, soleiðis sum leiðslan á Glasi hevur lagt upp til?
5. Um skúlaheimið verður selt, hvussu fer hetta at ávirka búfólkini á skúlaheiminum?
6. Nær og hvørji ítøkilig stig ætlar landsstýrismaðurin at taka í hesum málinum?
Landsstýrismaðurin sigur í svarinum, at avgerð tí er tikin um, at gjaldið ikki skal hækka, fyrr enn úrslitið av greiningararbeiðinum fyriliggur.
– Gjaldið verður tískil ikki hækkað, og eru næmingarnir kunnaðir um hetta, sigur hann.
Til spurningin um vakmyndatólini sigur landsstýrismaðurin, at leiðslan á Glasi hevur kunnað Mentamálaráðið um, at vakmyndatól á búøkinum eru tikin niður, og at tað nú er talan um 8 vakmyndatól við inngongdir, sum eru sett upp.
– Glasir hevur sent Dátueftirlitinum sum rætta myndugleika á økinum fráboðan um hetta, og er landsstýrismaðurin kunnaður um, at Dátueftirlitið arbeiðir við málinum í løtuni. Vakmyndatólini eru ikki tikin í nýtslu, og verða ikki tikin í nýtsla fyrr enn Dátueftirlitið hevur avgreitt málið, sigur Bárður á Lakjuni.
– Glasir hevur víst á, at høvuðsendamálið við vakmyndatólunum er at tryggja trygdina hjá næmingum, starvsfólki og ognum. Í hvønn mun endamálið við uppsetanini av vakmyndatólunum livir upp til ásetingar innan økið, er upp til Dátueftirlitið at meta um, sigur landsstýrismaðurin.
Um samskiftið hjá leiðsluni sigur landsstýrismaðurin, at Glasir hevur kunnað hann um, at skúlin gjøgnum øll árini hevur roynt at havt gott samskifti við næmingar, eitt nú umvegis lestrarvegleiðara, har talan er um næmingar, sum ganga á Glasi.
– Tó eru næmingar frá øðrum skúlum, sum búgva á Skúlaheiminum. Eftir at samskiparin á Skúlaheiminum fór úr starvi 1. januar vísti tað seg, at ávísar avbjóðingar vóru við kunning og samskifti millum tey, sum búgva á Skúlaheiminum og Glasir. Hetta er tikið upp í samstarvi við næmingar, sum búgva har, og tað eru næmingarnir sjálvir, sum hava tikið stig til at seta eina samstarvsnevnd á stovn. Nevndin er mannað við búfólkum, næmingaráðnum og leiðsluni á Glasi, sigur landsstýrismaðurin.
Í svari til spurningarnar 4, 5 og 6 svarar Bárður á Lakjuni soleiðis:
– Sum kunnað um undir spurningi 1, so er arbeiðið sett í gongd við at greina tørvin á einum skúlaheimi. Hetta arbeiðið skal eisini fevna um, í hvønn mun talan skal vera um eitt skúlaheim ella møguliga aðra bústaðarloysn, og tá úrslitið av hesum fyriliggur, verður avgerð tikin um, í hvønn mun talan skal vera um eitt skúlaheim, sum Glasir rekur, ella møguliga aðra loysn, sigur Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í metamálum.










