22 ukrainskir krígsfangar komnir heimaftur

Sambært ukrainskum myndugleikum eru tilsamans 2600 krígsfangar komnir heimaftur til Ukraina úr russiskum fongslum, síðan Russland leyp á Ukraina.

 

Stápsleiðarin á ukrainsku forsetaskrivstovuni sigur, at 22 ukrainskir krígsfangar aftrat nú eru komnir heimaftur úr russiskum fangilsi.

 

Millum hermenninar, sum eru komnir heimaftur í hesum umfari, eru fleiri, sum eru vorðnir særdir í bardøgum millum stríðandi partarnar.

 

- Hin elsti krígsfangin er 54 ára gamal, og hon yngsti er 23, skrivar stápsleiðarin, Andrij Jermak, á Telegram í dag.

 

Hann hevur eisini lagt út myndir og video av monnunum, sum nú skulu fáa bæði sálarliga hjálp og heilivág.

 

Síðan Russland leyp á Ukraina hin 24. februar í fjør, hava londini bæði latið eitt ávíst tal av krígsfangum leysar.

 

- Sambært ukrainskum myndugleikum eru 2600 ukrainskir krígsfangar komnir heimaftur, veit tíðindastovan NTB at siga í dag.

 

Sum skilst, hava russisku myndugleikarnir ikki gjørt viðmerkingar til, at Ukraina nú hevur fingið 22 krígsfangar heimaftur.