Tilsamans 120 tons av brosmu og longu vórðu seld á Fiskamarknaði Føroya í dag. Næst størstu nøgdirnar vóru hýsa og toskur. Miðalprísurin var samanlagt 10,78 krónur fyri kilo. Fiskamarknaður Føroya seldi í morgun sløk 235 tons á uppboði fyri góðar 2,5 miljónir krónur.
Størstu nøgdirnar á marknaðinum í dag vóru toskur, hýsa, brosma og longa.
Eini 40 tons vóru av toski, og her fekk toskur 3 og toskur 4 miðalprísin 11,51 krónur og 9,95 krónur fyri kilo.
Sløk 45 tons vóru av hýsu. Mest var av hýsu 2, sum fekk miðalprísin 10,24 krónur fyri kilo.
Eini 60 tons vóru eisini av brosmu og somuleiðis 60 tons av longu. Besti miðalprísurin fyri brosmu var 6 krónur fyri kilo - og besti miðalprísur fyri longu var 11,66 krónur fyri kilo.
Samanlagt var miðalprísurin á Fiskamarknaði Føroya í dag 10 krónur og 78 oyru.