24.361 mannfólk og 22.635 konufólk

Við árslok búðu 46.996 fólk í Føroyum. Harav eru 24.361 mannfólk og 22.635 konufólk. Vøksturin í mun til 2000 er 1,7%

HAGTØL

Nýggjasta bókin í røðini við heitinum árbók fyri Føroyar er komin út á gøtuna.
Tað er Føroya Skúlabókagrunnur, sum gevur út í samstarvi við Hagstovuni.
?Árbókin, sum er almenna hagtalsverkið fyri Føroyar, er ein sera hent handbók hjá politikarum, fyristing, fakfelagsfólki v.m., stendur at lesa í tíðindaskrivi frá Skúlabókagrunninum.
Til skúlabrúks gevur Føroya Skúlabókagrunnur út frálærutilfar til árbókina. Talan er um 13 smærri hefti.
Burturúr árbókini kunnu vit m.a. lesa, at tað eru 40,5 tannlæknar í Føroyum.
Eisini kunnu vit lesa, at síðsta skúlaár gingu 7.598 børn í fólkaskúla í Føroyum.
Ingi Joensen hevur gjørt permuna, og Hestprent hevur umbrotið og prentað. Bókin er 410 blaðsíður og kostar 150 krónur.

Maður og kona
Við árslok búðu í Føroyum 46.996 fólk í Føroyum, stendur at lesa í árbókini fyri Føroyar 2002. Harav eru 24.361 mannfólk og 22.635 konufólk. Kreppuárini fyrst í hálvfemsunum merktu nógv fólkatalið, men tað er av álvara vent í holuni.
Síðani 1999 er fólkatali voksið við 1.497 fólkum. Bara frá árslok 2000 til árslok 2001 vaks fólkatalið við 800 fólkum ella 1,7%.
Við árslok vóru tað 4.059 fólk ella 8,6 prosent av fólkatalinum í aldrinum frá 10 til 14 ár. Hinvegin vóru ?bert? 218 fólk ella 0,5 prosent av samalaða fólkatalinum eldri enn hálvfems ár. Talið av teimum eldri enn seksti eru síðani 1999 voksið við 295. Tosað hevur verið um, at talið av pensjónistum fer at veksa munandi næstu árini, og hetta vil merkja eitt økt útreiðsla til pensjónir. Vøksturin síðani 1999 svara til 3,7%.
Vøksturin í fólkatali er komin øllum økjum í landinum til góðar. Tó ikki Klaksvíkarøkið, sum merkti ein lítlan negativan vøkstur.
Vágoyggin átti í prosentum størsta vøksturin aljóðandi 3,3%. Tórshavnarøkið hevði í tali ein vøkstur í fólkatali áljóðandi 323 fólk í 2001.
Stuttligt er at leggja til merkist, at í Føroyum eru 9.149 giftir menn, men bert 9.099 giftar kvinnur. 52,7 prosent av Føroya fólki livdu við árslok í tí frælsi at vera ógift ella single, sum tað eisini kann eita. Afturat hesum eru 8.5%, sum skild ella einkjufólk.
853 fólk, ið við árslok 2001 vóru búsitandi í Føroyum, høvdu aðra ríkisborgarastøðu enn danska. 178 íslendingar, 95 úr Noreg, 74 pólendingar, 73 bretar og 37 teilendingar teljast millum teir mongu útlendingarnar, sum búleikaðust í Føroyum 31. desember 2001. Eisini vóru 31 serbar, 27 amerikanarar og 8 úr Avstralia vóru íbúgvarnar í Føroyum seinasta árið.

Fleiri børn
Í 2001 vórðu 631 børn fødd á lívi í Føroyum. Hetta eru 67 færri enn árið fyri. Somuleiðis er burðaravlopið, t.e. talið av føddum minus deyð, eisini minkað - frá 347 í 2000 til 270 í 2001. Tað vísir seg at vera í Tórshavn og Eysturoynni, at tey serliga eiga nógv børn.
133 børn vórðu fødd í Eysturoynni, og burðaravlopið var 61. 272 børn vórðu fødd í Tórshavnarøkinum. Minus tey deyðu kemur hetta eitt burðaravlop áljóðandi 159.