Eitt av endamálunum við at burturflyta fólk, er at fáa loysipengar fyri at lata íbúgvarnar leysar aftur

24 fólk dripin í Nigeria

Fólk, sum yvirlivdu álopið, siga, at tey, sum lupu á, vóru vápnað við masketum og skotvápnum

Eitt av endamálunum við at burturflyta fólk, er at fáa loysipengar fyri at lata íbúgvarnar leysar aftur

Tað er ringt skil í Nigeria, og tíðindi úr landinum í dag siga, at 24 fólk eru dripin í einum álopi í nigerianska landslutinum, Plateau.

 

Tað veit tíðindastovan, AFP at siga.

 

Fólk, sum yvirlivdu álopið, siga, at tey, sum lupu á, vóru vápnað við masketum og skotvápnum.

 

Tað er ikki lagt síðan, at 11 løgreglufólk vórðu dripin í Nigeria, og hetta var í einum bardaga millum uppreistrarfólk og løgregluna.

 

Hendingin fór fram í einum øki har norðuri í landinum.

 

Tað er heldur ikki óvanligt, at fólk vera burturflutt í Nigeria, og tað er ikki langt síðan, at vápnaðir bólkar burturfluttu heili 300 fólk.

 

Sagt verður, at eitt av endamálunum við at burturflyta fólk, er at fáa loysipengar fyri at lata íbúgvarnar leysar aftur.

 

- Vápnaðir bólkar, sum lúra eftir at tjena pengar á slíkan hátt, eru vorðnir ein stórur trupulleiki í Nigeria, veit AFP at siga.

 

 

 

 

 

Eitt av endamálunum við at burturflyta fólk, er at fáa loysipengar fyri at lata íbúgvarnar leysar aftur