info
Ongi úrslit

Spyr nær slitnu landsvegirnir á Skála verða umvældir

Magni Højgaard, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur sett Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í vinnumálum, ein skrivligan fyrispurning um vegakervið hjá Landsverki. Serliga vísir hann á tvey vegastrekki á Skála, sum eru í sera ringum standi.

Eirikur Lindenskov
18. august 2026 kl. 19:58

Magni Højgaard vil hava landsstýrismannin at greiða frá, hvørjar ítøkiligar ætlanir eru um at asfaltera og umvæla vegir í Eysturoynni, harundir á Skála.

Hann spyr eisini, hvussu arbeiðini verða raðfest, nú trýstið er stórt og eitt munandi eftirsleip er á økinum.

Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir løgtingsmaðurin á tvey stutt vegastrekki á Skála. Tilsamans eru tey undir tveir kilometrar, men sambært honum hava tey stóran týdning fyri ferðsluna í bygdini.

Annað strekkið gongur frá avkoyringini á Ovaravegi oman fyri skipasmiðjuna og oman gjøgnum Skála.

– Har er vegurin í sera ringum standi, so leingi tað er landsvegur. Ein sera stórur partur av ferðsluni í bygdini kemur og fer hendaveg, skrivar Magni Højgaard.

Hann vísir millum annað á nógvu bilarnar, sum koyra til ítróttarøkið undir Mýruhjalla, og alla ferðsluna oman á vinnuøkið.

Hitt strekkið er uttasti parturin av Skálavegi, frá Gjógvará beint uttan fyri bátahylin og suður úr bygdini. Eisini hetta strekkið er sambært løgtingsmanninum í sera ringum standi.

– Bilar, ið ikki ansa sera væl eftir, punktera og fáa skaða av at koyra á strekkinum, skrivar hann.

Vegurin liggur í einum tætt bygdum øki, har fólk í øllum aldri búgva, og nógv ferðsla er har alt árið. Magni Højgaard nevnir eisini náttúruperluna við Prestá, sum liggur fram við strekkinum.

Hann heldur tað vera sera óheppið, at vitjandi skulu koyra eftir einum so vánaligum og ótryggum vegi.

Løgtingsmaðurin spyr tí eisini, um Landsverk í raðfestingini tekur serligt atlit til vegir í tættbygdum økjum, og um mett verður um longdina á strekkinum, vavið á arbeiðinum og ferðslutrýstið.

Fyrispurningurin varð latin inn á Løgtingi 18. august. Jacob Vestergaard hevur ikki svarað honum enn.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

Í gjár kl. 23:18

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

Í gjár kl. 17:48

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Trump leypir á Fox News á valnáttini

48 minuttir síðan
Tíðindi

Metir Demokratarnar vinna meirilutan í Umboðsmannatinginum

1 tími síðan
Tíðindi

Republikan­ar­ar missa senat­ssess í North Carolina

1 tími síðan
Fótbóltur

EFL valdi Geza á vikuliðið

3 tímar síðan
Fótbóltur

Champions League: Bayern vann stórdystin og United fekk loksins ein sigur

4 tímar síðan
Tíðindi

Setur spurnar­tekin við drúgvu frið­ing­ina á Føroya­banka

4 tímar síðan
Hondbóltur

Marita vann á Mariu í bestu donsku hondbóltsdeildini

5 tímar síðan
Tíðindi

Kann Invest in Denmark hjálpa Føroyum at fáa íløgur?

5 tímar síðan
Tíðindi

Spanski sam­ferðslu­ráð­harrin fer frá eftir tok­vanlukkur

6 tímar síðan
Tíðindi

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

8 tímar síðan
Tíðindi

Heystveðrið sæst aftur í elframleiðsluni

8 tímar síðan
Tíðindi

Grønlendska tingið samtykt verjuavtaluna við USA

8 tímar síðan