Smartglasses: Spyr hvørjar reglur galda fyri snildbrillur

Bjørt Lind, løgtingskvinna, vil hava at vita, um føroysk lóggáva verjir fólk nóg væl ímóti at verða avmyndað ella filmað við snildbrillum – Smartglasses – uttan at vita av tí.

Bjørt Lind hevur sett Beinir Johannesen, løgmannni, ein skrivligan fyrispurning um snildbrillur í almenna rúminum.

 

Snildbrillur, ella Smartglasses, líkjast vanligum brillum, men hava innbygt myndatól og kunnu bæði taka myndir og filma. Tøknin hevur verið á marknaðinum í nøkur ár, men sambært Bjørt Lind er hon nú vorðin so framkomin, at tað kann vera torført at síggja, um ein persónur tekur upp.

 

Tí spyr hon, hvørjar lógarreglur í dag gera tað møguligt at taka myndir og filma fólk, sum eru í almenna rúminum, uttan at tey vita av tí.

 

Hon vil eisini hava at vita, um galdandi reglur fevna um upptøkur og deiling av myndum og filmi á netinum, tá talan er um snildbrillur, og um landsstýrið metir, at tørvur er á serligari regulering, eitt nú avmarkingum ella forboði í ávísum støðum.

 

Í viðmerkingunum vísir Bjørt Lind á, at snildbrillur kunnu hava bæði myndatól og mikrofon og kunnu líkjast vanligum brillum.

 

Hetta kann sambært henni hava við sær nýggjar avbjóðingar fyri privatlívið hjá fólki.

 

##med2##

 

Hon nevnir millum annað, at snildbrillur kunnu verða brúktar í skúlum, samstundis sum tað kann vera trupult at vita, um ein verður filmaður. Eisini vísir hon á dømi um kvinnur, sum eru filmaðar við snildbrillum uttan at vita av tí, og har upptøkurnar síðani eru brúktar til annað endamál.

 

Bjørt Lind heldur tí, at neyðugt er at taka støðu til, um verandi reglur verja privatlívið hjá fólki nóg væl, ella um tørvur er á strangari reglum.

 

Fyrispurningurin er settur eftir grein 52a í tingskipanini.