26 ára gamli mótmælismaðurin Erfan Soltani verður væntandi avrættaður av iransku myndugleikunum í dag.
Tað sigur ein avvarðandi hjá Soltani við bretska miðilin BBC.
Sambært familjuliminum varð Soltani handtikin hósdagin undir mótmælisgongum móti iransku stjórnini nærhendis iranska høvuðsstaðnum, Teheran.
Ein dómstólur hevur síðani gjørt av, at hann skal avrættast.
– Í eini ógvuliga skjótari tilgongd - innan fyri tveir dagar - gav rætturin deyðadóm, sigur familjulimurin við BBC.
Iranski-kurdiski mannarættindafelagsskapurin Hengaw hevur eisini boðað frá, at Erfan Soltani verður avrættaður í dag, skrivar Reuters.
Mótmælisgongurnar í Iran byrjaðu 28. desember. Tær vóru í fyrsta umfari elvdar av ónøgd við ógvuliga høgu inflatiónina í landinum, men hava síðani ment seg til almennanar atfinningar av iranska prestastýrinum.
Sambært iranska felagsskapinum HRANA hava fleiri enn 2.500 fólk latið lív í sambandi við mótmælini, har mótmælisfólk og trygdarfólk hava stongt saman.
Hetta talið er tó ikki váttað av óheftum keldum.
Fráboðanir hava ikki áður verið - undir áhaldandi mótmælunum - um, at mótmælisfólk eru avrættað av myndugleikunum.
Síðan hósdagin hevur internetið verið stongt í Iran, og síðani er lítið av upplýsingum komið úr landinum.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, hótti fyrst í januar við at seta tiltøk í verk ímóti Iran, um sivilfólk vórðu dripin undir mótmælisgongunum.
Og í samrøðu við CBS News týsdagin segði Trump, at tað fór at vera eitt "sera sterkt" aftursvar, um Iran fór at hanga mótmælisfólk.
– Um teir hanga teir, so fara tit at síggja nøkur ting, segði Trump uttan at útgreina, hvat USA fór at gera.
Iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi, segði mánadagin, at Iran er fyrireikað til eitt møguligt kríggj, men at landið eisini er opið fyri samráðingum.
/Ritzau/










