Fundurin um Grønland millum danska uttanríkisráðharran Lars Løkke Rasmussen, grønlendsku uttanríkisráðfrúna Vivian Motzfeldt og amerikanska varaforsetan J.D. Vance og Marco Rubio uttanríkisráðharra byrjar klokkan 15:30.
Tað stendur í almenna kalendaranum hjá amerikanska uttanríkisráðharranum, Marco Rubio.
– Rubio, uttanríkisráðharri, luttekur á fundinum hjá Vance, varaforseta, við danska uttanríkisráðharran Lars Løkke Rasmussen og grønlendsku uttanríkisráðfrúuna Vivian Motzfeldt í Hvítu Húsunum, stendur í stuttum í kalendaranum.
Sambært upplýsingum frá Ritzau verður fundurin ikki hildin í Hvítu Húsunum, men í Eisenhower Executive Office Building, har J.D. Vance hevur sína skrivstovu.
Bygningurin liggur beint við Hvítu Húsini í Washington, D.C.
Danskir miðlar fingu longu týsdagin at vita, at fundurin byrjar klokkan 15:30 okkara tíð – 10:30 a.m lokala tíð, men hetta er nú alment staðfest av amerikansku síðuni.
Fundurin er komin í lag eftir donskari áheitan. Upprunaliga skuldi fundurin vera millum teir tríggjar uttanríkisráðharrarnar.
Men týsdagin boðaði Lars Løkke frá, at J.D. Vance nú skuldi vera vertur fyri fundinum.
– Bakgrundin fyri fundinum er at fáa alt hetta orðaskiftið inn í eitt fundarhøli, har vit kunnu hyggja hvønn annan í eyguni, og tí havi eg ikki fleiri viðmerkingar, segði Løkke týsdagin eftir fund í uttanríkispolitisku nevndini.
J. D. Vance hevur fleiri ferðir verið harður í sínum atfinningum av verjuni hjá Danmark av Grønlandi.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, talaði aftur um Grønland í dag.
Í einum uppslag á Truth Social skrivar forsetin, at "NATO skal slóða fyri, at USA kann yvirtaka Grønland".
Hann skrivar eisini, at tað hevur týdning fyri amerikansku tjóðartrygdina, at USA fær ræðið á Grønlandi.
Hesa sjónarmið hevur hann fleiri ferðir sagt, síðani hann tók við sum forseti fyri einum ári síðani.
/Ritzau/











