Miðflokkurin bjóðar nú øllum, sum hava áhuga fyri Miðflokkinum og politiskum arbeiði til fyrsta uppstillingarfund til løgtingsvalið, sum verður einaferð seinni í vár.
Valið skal haldast í seinasta lagi 8. desember í ár, tí seinasta løgtingsval var 8. desember í 2022.
Miðflokkurin hevur uppstillingarfund á Hotel Hafnia á Hotel Hafni 29. januar, og skrivar flokkurin, at har verður høvi at:
- hitta nýggj valevni til Løgtingsvalið,
- fáa kunning um politiska arbeiðið hjá Miðflokkinum,
- og at tekna seg á vallistan sum valevni.
– Fundurin er opin fyri øll, ið hava áhuga fyri Miðflokkinum og politiskum arbeiði. Vit vóna at síggja nógv fólk til hendan týdningarmikla fund, skrivar Miðflokkurin.










