Almenna kinesiska tíðindastovan Xinhua veit í dag at siga, at í minsta lagi 28 fólk eru innibrend í einari skóverksmiðju í stórbýnum, Jinjiang.
Býurin liggur í Fujian-landslutinum í landsynningspartinum av Kina og kinesiski forsetin, Xi Jinping, sigur, at avleiðingin av eldinum gjørdist ein stór menniskjalig vanlukka.
Sagt verður, at fleiri tímar eftir, at tað byrjaði at brenna á skógverksmiðjuni, vóru fólk framvegis inni í brennandi bygninginum, sum er í seks hæddum.
Ríkisrásin CCT hevur lagt út video-brot av sløkkiliðsarbeiðnum, har tjúkkur roykur stendur út út knústu vindeygunum.
- Tað skal slett ikki sparast upp á átaksleiðsluna, bjargingararbeiðið ella stuðlin til familjurnar, sigur forsetin sambært Xinhua.
Myndugleikarnir í India siga, at 183 bjargingarfólk luttaka í átakinum at sløkkja eldin og bjarga fólki.
- Orsøkin til vanlukkuna má staðfestast so skjótt sum gjørligt og tey, sum hava ábyrgdina, mugu eisini bera ábyrgdina, segði kineisski forsetin, Xi Jinping.
Hetta skrivar norska kringvarpið - NRK - seinnapartin í dag.











