Klokkan 20 í kvøld fer Víkingur at spæla í Conference League. Tað verður í Garðabær í Íslandi, har mótstøðuliðið verður Stjarnan, sum eftir 14 umfør er á sjeynda plássi í bestu íslendsku deildini.
Tríggjar tær seinastu ferðirnar hava úrslitini hjá Stjarnuni verið: ÍBV – Sjarnan 2-1, Stjarnan – KA 3-1 og Stjarnan – FH 2-2.
Víkingahópurin fór til Íslands mánadagin, og tað eru umleið 70 fjepparar í Íslandi. Tað er øll orsøk til gott lag í leguni hjá teimum úr Eysturkommunu. Í landskappingini hevur Víkingur ikki tapt síðani 6. apríl, og punktum undan summarsteðginum frá landskappingini varð sett leygardagin, tá ið Víkingur vann 2-0 ímóti B36 í Gundadali.
Tveir spælarar fara í kvøld fyri fyrstu ferð at royna seg í altjóða dysti fyri Víking.
Annar er 18 ára gamli vongverjin í høgru Jósef Ólavsson Gleðisheygg, sum higartil í ár hevur verið fastur maðr á liðnum.
Hin er 18 ára gamli Aron Benjaminsen, sum av álvara hevur gjørt um seg í framrættaða plássinum í høgru. Hann er toppskjútti hjá Víkingi við seks málum í Meistaradeildini.
Onkrir av hinum ungu monnunum hava ikki so nógvar royndir í europeisku liðkappingunum. Her verður hugsað um miðverjan Inga Arngrímsson, sum vann fast pláss á liðnum, tá Atli Gregersen gavst. 20 ára gamli Ingi Arngrímsson, sum hevur verið á vøllinum allar landskappingardystirnar á tamb, var millum teir fyrstu ellivu á liðnum, sum 14. august í fjør tapti 2-0 á í Belfast ímóti Linfield FC.
Nógv royndasti maðurin á liðnum hjá Víkingi í kvøld er liðformaðurin Sølvi Vatnhamar. Umframt at hava spælt 447 landskappingardystir í bestu deildini og 67 dystir í steypakappingini, so hevur Sølvi spælt 40 dystir í europeisku kappingunum, har hann hevur skorað sjey mál.











