Vantandi heimild til ser­náms­frøð­i­lig­an stuð­ul er í stríð við Brek­rætt­ind­a­sátt­málan

Løgtingslógin um stuttar framhaldsútbúgvingar á yrkisskúlum hevur onga áseting um sernámsfrøðiligan stuðul til lesandi, sum bera brek.

Eilif Arge er brekumboð í Føroyum

Tað skrivar Brekumboðið í tíðindaskrivi:

 

Tað merkir, at tað í dag ikki er heimild at veita neyðugan sernámsfrøðiligan stuðul, eitt nú teknmálstulking ella aðrar rímiligar tillagingar, á útbúgvingum, sum eru skipaðar sambært hesi lóg.

 

Hetta er ikki í samsvari við sáttmálan hjá ST um rættindi hjá einstaklingum, sum bera brek.

 

Brekumboðið er gjørt varugt við vantandi ásetingina, og hevur spurt seg fyri hjá Mentamálaráðnum, Undirvísingarstýrinum og Glasi.

 

Niðurstøðan er, at ongin áseting er í lógini, ið heimilar sernámsfrøðiligan stuðul til fólk, ið bera brek.

 

Millum útbúgvingarnar, ið verða skipaðar eftir lógini um stuttar framhaldsútbúgvingar á yrkisskúlum, eru flestu av útbúgvingunum á Hægri Námi á Glasi, eitt nú Byggifrøði, Marknaðarførslubúskapur og Fíggjarbúskapur.

 

Sernámsfrøðiligur stuðul er í dag ein sjálvsagdur partur av lógargrundarlagnum fyri flestu útbúgvingar. Men tá ið nøkur lesandi framvegis standa uttan lógartryggjaðan rætt til neyðugan stuðul, er útbúgvingarskipanin ikki javnbjóðis.

 

Hetta skapar ein grundleggjandi mismun í útbúgvingarskipanini.

 

Lesandi við sama stuðulstørvi hava ikki somu rættindi, men eru í staðin bundin av, hvørja útbúgving tey velja.

 

Rætturin til neyðugan stuðul eigur at byggja á tørvin hjá tí einstaka lesandi – ikki á, hvør lóg skipar útbúgvingina.

 

At fólk ikki hava lógartryggjaðan rætt til sernámsfrøðiligan stuðul í samband við útbúgving er í stríð við grein 24 í Brekrættindasáttmálanum hjá ST.

 

Sambært grein 24, hava fólk, sum bera brek, rætt til eina inkluderandi útbúgvingarskipan á øllum stigum, har neyðugur stuðul og rímiligar tillagingar verða tryggjaðar, so eingin verður útihýstur orsakað av breki.

 

Brekumboðið fer tí at heita á landsstýrismannin í mentamálum um skjótast gjørligt at leggja fram lógaruppskot, sum tryggjar, at lógin um stuttar framhaldsútbúgvingar á yrkisskúlum verður í samsvari við ST-sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, sum bera brek.

 

Eilif Arge er brekumboð í Føroyum